- Eg kann saktans taka við festinum

LÍVSSTÍLUR “Altso, - hvat sker, Johan? Ætlar tú virkiliga at selja Fámará .... ?” Soleiðis ljóðaðu boðini til tann óvitandi Johan Dalsgaard, sum saman við konu síni, Rakul hava búleikast her seinastu tvey árini. – Eg visti ikki av lýsingini, um at festið í Fámará var til sølu. Men eg hevði tó ein varhuga av, at okkurt fór at henda nakað skjótt, sigur Johan.

Fámará: - Tú mást orsaka, at eg tivi so illa. Men eg var júst í ferð við at saga pinnabreni, nú tú ringdi. Soleiðis geri eg hvønn einasta dag, so hetta er bara ein partur av tí at búgva her, sigur Johan í telefonini úr Fámará.

Fjarskotin liggur matrikkul nummar 648a í Vági, ein fýra marka garður, níggju gyllin og 10 1/3 skinn – tað sum fólk betri kenna sum bóndagarðurin í Fámará, ella heimstaðið hjá Johan og konuni Rakul.

Fyri tveimum árum síðani fanst her hvørki vatn, streymveiting, telefon, nógvir rútar vóru í knúsi, onki gólv í gongini, fleiri vatnrør sprongd, ketilin á hol, oljutangin fullur av vatni og einki handtak í úthurðini. Bóndagarðurin var í roynd og veru latin upp í hendurnar á tí ríka fuglalívinum í økinum, og flestu fólk, ja, sjálvt suðuroyingar høvdu gloymt alt um Fámará.

Nú hava tey bæði, Johan og Rakul umskapað hetta til teirra egna heim, við einum hópi av djórum, heimligum hugna og opnum hjørtum, og enntá eini útvarpsstøð – Radio Fámará. Soleiðis var gerandisdagurin fram til í farnu viku, tá ein lýsing brádliga boðaði frá broytingum.

Hjá Johan og Rakul er spurningurin í løtuni, hvussu leingi aftrat hesin øðrvísi lívsstílurin kann halda fram – og um hetta verður heimstaður teirra eisini í framtíðini.

Í farnu viku varð hetta festið lýst til sølu, og nú er upp til Búnaðarstovuna at avgera lagnuna og framtíðina á hesum staði.

- Vit bíða í spenningi, sigur Johan stutt.


Taka yvir

Tað var ikki frítt, at Johan bleiv eitt sindur kløkkur, tá hann fekk at vita um søluna.

- Tað føldist so óveruligt, og føldist sum um at teppið nú var skrykt undan mær og konuni í einum. Men eg kom skjótt yvir tað, tí bara 10 minuttir seinni sat eg og tjattaði við fólk á Facebook um hetta. Vit fáa allatíðina brøv frá okkara omanfyri 1000 Facebook-vinum, sum uppmuntra okkum um at halda áfram.

- Eg havi síðani lisið lýsingina, og eg kann so saktans taka yvir hetta festið við teimum royndum og kvalifikasjónum sum eg havi, greiðir Johan frá.

Fyri líkasum at leggja alt so væl til rættis, og vera eitt stig frammanfyri gongdina, hevur Johan tikið tað sum kallast “Yrkisskeið í landbúnaði” á kvøldskúlaskeiði í Runavík.

- - Ja, hugsa tær til: Eg mátti upp klokkan fimm tvær ferðir um vikuna, fyri at kunna fara úr Fámará og við Smyrli allan vegin til Havnar, og síðani til kvøldskúlan í Runavík, sigur hann brosandi.

Við øðrum royndum innan landbúnað, sær hann seg fult føran fyri at taka yvir festið í Fámará. Ella sum hann tekur til: - Eg havi trods alt búð í Fámará í tvey ár, og tað mann nokk kvalifisera til at búgva í Fámará.

Hann hevur sostatt fastan bústað í Suðuroy, soleiðis sum tann eina treytin í lýsingini leggur upp til.

Johan og Rakul fara at bjóða uppá hetta festið, og vóna at hava hægsta boðið tá avtornar:

- Men um vit skulu taka eitt kempu lán og noyðast av garðinum at arbeiða frá 8 til 16, so er poengið líkasum farið, tí her er so nógv eftir at gera. Vit vilja heldur brúka okkara orku í framtíðini til víðari restaurering.

- Fámará er eitt attraktivt stað. Og tað ynskja vit eisini at tað skal verða í framtíðini, sigur Johan avgjørdur. 






- Heima – tað er her

Í gjár vóru liðin júst tvey ár síðani, Johan og Rakul á fyrsta sinni setti sín fót á jørðina í Fámará.

Hann hevði frætt um hetta serstaka og fjarskotna staðið Fámará, og júst henda dagin – 15. mai 2010 – bjóðaði Strandferðslan ókeypis ferðaseðlar.

Millum ferðafólkini til Suðuroyar henda dagin vóru Johan og Rakul, og komin í land varð leiðin beinanvegin løgd til hetta staðið, sum síðani hevur verið heimstað hjá hjúnunum báðum.

- Vit vóru her allan dagin og vistu ikki av, hvussu tíðin rann avstað. So einaferð sigur Rakul við meg: - Tú Johan, nú er tíð at venda nøsini heimaftur, tí Smyril fer skjótt aftur til Havnar.

- Eg svaraði henni aftur: - Heim?! Jamen, eg haldi at eg eri heima! Her ynski eg at búgva. Hetta er simpelthen STAÐIÐ, greiðir Johan frá. - Eg havi aldrin fyrr følt meg á so rættari hill, sum eg geri nú.

Frammanundan høvdu hann og konan ferðast kring oyggjarnar til tess at finna eitt stað, har tey kundu búgva og virka, soleiðis sum hann ynskti.

Hóast væl varð leitað, var hvørgin teirra í iva um, at Fámará bar av øllum.

- Tað var so løgið, ja, heilt absurd, at tað segði bara pling beinanvegin, tá vit komu higar. Her var nógv at taka fatt í, men tað løgdu vit líka í. Her kundu vit føra okkara dreym og okkara visjón út í lívið. Vit hava nógvar planir!


Kulissa

At tey bæði hava verið íðin og ágrýtin gongur sjón fyri søgn í dag.

Hóast nógv er eftir at gera og bøta um, hava tey megnað at umskapa ein nærum niðurdotna lon til eitt heim – teirra serstaka heim við teirra serstaka lívsstíli.

Fólk hava eisini kunnað fylgt við gongdini í bóndagarðinum, umvegis Facebook og tey mongu filmsbrotini, ið løgd eru út á Youtube.

- Ja, vit bæði hava ein serligan lívsstíl, her vit brúka eina bygd sum kulissu til okkara visjón um at hava ein bóndagarð, har øll eru vælkomin – høgur sum lágur. Okkara visjón er, at her skal altíð vera pláss fyri øllum, annaðhvørt um ein er nýliga fráskildur, júst vorðin edrúur, er smæðin, gamal ella bara følir seg einsamallan og passar illa inn sigur Johan brosandi.

At hetta ikki bert eru orð, er Rúni besta prógvið um. Hann búði á einum sambýli í Havn, men hevur nú funnið seg sjálvan og sítt egna lív snøgt sagt við bert at vera hjá Johan og Rakul í Fámará.

- Nú stórtrívist hann her, og hevur enntá keypt sær sín egna hest, sigur Johan.