? Eg kendi meg væl á miðvøllinum

Jann Ingi Petersen spældi helst sín besta landsdyst mikukvøldið. Hann hevði nógv bóltin og spældi hann sum oftast skilagott frá sær

Samrøða

? Eg haldi, at tað gekk hampuligt hjá mær. Eg kendi meg væl á vøllinum og hevði ikki nervar, sigur 19 ára gamli Jann Ingi Petersen úr B68.
Hetta var tann fimti landsdysturin hjá Jann Inga Petersen, men hetta var fyrstu ferð, at hann hevur spælt allar 90 minuttirnar í einum undankappingardystir. Hann spældi eisini 90 minuttir í einum venjingardysti ímóti Kasakstan fyri nøkrum mánaðum síðani.
? Eg royndi bara at spæla mítt egna spæl, og eg haldi, at tað riggaði væl hjá okkum øllum á miðvøllinum, sigur Jann Ingi.
Jann Ingi byrjaði eisini inni í fyrra dystinum ímóti Íslandi í Reykjavík, men ta ferðina hilnaðist tað ikki eins væl og hesuferð. Tá bleiv Jann Ingi skiftur út stutt inn í seinna hálvleik.
Hann er sum allir hinir sera vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist tí føroyska liðnum at fáa stig í hesum dystinum, hóast hann er nøgdur við sítt egna avrik.

Fóru fram
Føroyar skaptu sera lítið frameftir vøllinum fyri steðgin, men í seinna hálvleiki løgdu føroyingar trýst á íslendingar. Men hvørja broyting gjørdi venjarin í steðginum.
? Í fyrra hálvleiki bíðaðu vit við at fara fram og lótu íslendingar koma niðan á okkara hálvu, men í seinna hálvleiki fingu vit boð um at leggja trýst á bólthaldaran, og tað eydnaðist væl, sigur Jann Ingi.
Tá fekk John Petersen boð um at fara heilt niðan sum tann triðji áleyparin, so at allir tríggir áleypararnir, sum vóru Andrew, Christian Høgni og John, løgdu trýst á tann verjuleikaran, sum hevði bóltin.
? Teir vóru ikki serliga tryggir í verjuni, og tí riggaði tað væl at leggja trýst á, og teir fóru at gúppa nógv hesa løtuna, sigur Jann Ingi.