- Eg kenni meg móðan

Gamlárskvøld hevði Niels Pauli Danielsen sína seinastu uppgávu sum prestur tey seinastu 40 árini. Hann kennir seg troyttan nú hann gevst, hóast honum hevur dámt væl prestastarvið. Niels Pauli Danielsen fer fyrst at hvíla seg, og annars at takast við gransking í gudfrøðini, nakað, hann ongantíð náddi í krevjandi prestastarvinum

Samrøða

Eilen Anthoniussen

Myndir: Jens Kristian Vang

 

-    Eg kenni meg móðan. Her hevur verið nógv at gjørt í prestagjaldinum, sigur Niels Pauli Danielsen, sum Gamlaárskvøld avgreiddi sína seinastu uppgávu sum prestur í starvi. Síðan hann í 1968 varð útbúgvin teologur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, hevur hann starvast sum prestur á Viðareiði, við Sjógv og í Klaksvík. Síðan 1979 hevur hann verið prestur í Christianskirkjuni í Klaksvík, og hevur prestagarðurin øll hesi árini verið heimið hjá honumog familju hansara. Uttan fyri húsini er snotiligur garður, sum prestakonan hevur lagt og trúliga røktað hesi árini, og hevur hon heiðursbrøv hangandi, ið vitna um tað.

-    Tá vit fluttu til Klaksvíkar, var økið rundan um húsini bert ein moldrúgva. Vit hava bygt okkum prestagarðin út her, hava okkara familju her, og her hava trivist væl øll hesi árini.

Tað er tó í hinum endanum av landinum, at Niels Pauli Danielsen er ættaður. Hann er vágbingur, men hevur ikki búð í heimbygdini, síðan hann sum 16 ára gamal flutti niður at byrja á studentaskúla.

-    Eg havi altíð viljað verið prestur. Eg hevði gott samband við prestin, sum virkaði í Vági tá eg var ungur. Hann æt Johan Weihe, og hjálpti hann mær til Danmarkar, tá eg skuldi niður at byrja á studentaskúla. Heimið eg vaks upp í, var heimamissiónskt, og eg hevði ein pápa og ein abba, sum báðir høvdu eitt ríkt bønarlív. Abbi mín hevði eitt nú til vana at biðja bæði morgun og kvøld, og tað hugtók meg.

Á Rønde Kursus í Djursland valdi Niels Pauli Danielsen linjuna, ið æt gamalmálslig linja við latíni og grikskum.

- Tað gekk mær sera væl, og eitt skifti var eg í døpurhuga yvir hvørja leið eg skuldi velja. Av tí at tað lá so væl fyri, royndu lærararnir at stuðla mær í at halda fram við latíni og grikskum, og fáa mær cand.mag. heitið. Men eg valdi teologi framum, tí eg vildi alla tíðina sleppa heim aftur til Føroya. Harafturat var tað torført at fáa arbeiði í Føroyum við eini cand.mag í latíni og grikskum.


Einki spøkilsi í Ónagerði

Leiðin gekk sostatt til lærda háskúlan í Keypmannahavn, har Niels Pauli Danielsen í 1959 varð upptikin á teologi útbúgvingina. Fyrstu árini gjørdi hann lítið við lesturin, men brúkti í staðin tíðina saman við øðrum føroyingum í Keypmannahavn. Hann var tjóðskaparsinnaður, virkin í føroyska Studentafelagnum, har hann í trý ár sat sum nevndarlimur og eitt ár sum formaður í felagnum.

Tað gekk væl við lesnaðinum, og í 1968 varð hann útbúgvin teolog. Tríggir føroyingar tóku prógv sum teologar á lærda háskúlanum hetta árið, Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskuppur, og Bjarni Bæk, dómpróstur.

-    Teir søktu báðir prestastørv í Danmark, meðan eg fór heim aftur til Føroya. Tað var bert eitt prestastarv leyst at søkja tá, og var tað á Viðareiði. Tað søkti eg og fekk tað, og har var eg verandi í fimm ár. Um tað spøkti? Nei. Tað vóru onkur løgin ljóð, tá tað bleiv stilt inni, og av og á fóru hurðar upp av sær sjálvum. Men vit sóu einki.

Niels Pauli Danielsen greiðir frá, at hann hesa tíðina hoyrdi nógv frá fólki, sum vildu ráða honum frá at taka við prestastarvinum á Viðareiði, tí tað varð sagt, at har spøkti so illa á prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði.

-    Eg bað bara Jesuspápa vera hjá mær, sigur hann.


Prestur eigur lut í stóru løtunum

Eftir fimm ár skifti Niels Pauli Danielsen prestagarðin í Ónagerði út við tann við Sjógv.

-    Har dámdi okkum ótrúliga væl. Men Henning Bøgesvang, sum tá var prestur í Klaksvík, vildi hava meg at søkja starvið sum sóknarprestur í Klaksvík, tí hann var einsamallur og hevði so nógv at gera. Tað gjørdi eg, og í desember mánaði 1979 byrjaði eg í Klaksvík. Tey 20 árini vit báðir arbeiddu saman, vóru avbera góð, og vit høvdu eitt gott samstarv.

Í Klaksvík hava hann og konan trivist væl.

-    Jú, tað hevur verið gott, men tað hevur eisini verið strævið. Prestagjaldið er stórt, og tað hevur verið nógv at gjørt. Umframt vanliga arbeiðið í kirkjuni, hevur sóknarpresturin alla umsiting av kirkjubókunum um hendi, og er harafturat jarðarferðarmyndugleiki. So eg havi upplivað nógv hesi árini, bæði til gaman og álvara. Talið á teimum eg havi doypt, er komið uppá fleiri 1000 við tíðini.

Arbeiðið hjá einum presti ger at hann hevur ein lut í teimum eydnuríkastu og teimum syrgiligastu løtunum í lívunum hjá fleiri okkara. Hann doypir okkum sum smá, leggur hondina á høvdið á tannáringum, sameinir hjún, og er somuleiðis ein týðandi partur til jarðarferðina.

-    Einki er sum at síggja lýsandi eyguni í einum brúðarpari, tá giftarmál er, staðfestir hann.

Men syrgiligi parturin fyllir nógv. Í Klaksvík, sum er umgyrd av høgum fjøllum og nógvum fiskaríið, hava fleiri vanlukkur staðist av omanfalli og á sjónum. Ein partur av arbeiðnum hjá presti er at fara við deyðsboðum, tá vanlukka hevur verið í prestagjaldinum.

- Tað arbeiðið hevur løgreglan yvirtikið, men her í Klaksvík hava teir ofta heitt á prest um at bera boðini. Presturin kann steðga hjá teimum syrgjandi, og vera um tey og troysta tey. Tey gerast sjálvsagt kedd, og tey gráta nógv, tá ein kemur við slíkum boðum. Men tað er gott at gráta, tí tá grætur mann sorgina út. Tað kann vera tungt, at hava við menniskju at gera, men mær hevur hevur altíð dámað tað væl.

- Boðini skulu gevast varðliga til tey, ið syrgja. Tað er hart og slítandi, og mann situr ofta hjá teimum allan dagin. Ja, ofta eri eg komin heim aftur, og havi kent meg púra útlúgvaðan.


Seinasta prædikan í Kunoy

Niels Pauli Danielsen hevur eisini verið virkin í politikki og sum blaðmaður. Fyrst í Tjóðveldisflokkinum, men tá flokkurin snaraði ov nógv til vinstru, fór hann upp í Kristiliga Fólkaflokkin, har hann eisini sat sum formaður í árunum 1991 til 1994. Harafturat hevur hann skrivað søguligar greinar um kirkjusøgu fyri Kirkjutíðindi, sum hann eisini ritstjórnaði, og á Fjúrtanda hevur hann starvast sum blaðmaður. Seinastu árini hevur hann tó burturav starvast sum prestur, og havt tær uppgávur um hendi, sum hoyra til prestastarvið.

-    Eg hevði mína seinastu gudstænastu gamlaárskvøld í Kunoy. Tað var eisini á prædikustólinum í Kunoy, at eg hevði mína fyrstu prædiku. Tað var í 1964, tá eg var undir lesnaði og var heima í summarfrí.

-    Tað er ein lætti at gevast nú. Fyrst fari eg at hvíla meg, og so at gera klárt til at flyta. Hann avdúkar í sama viðfangi, at hann ikki ætlar at sleppa gudfrøðini heilt, hóast hann leggur frá sær sum prestur. Nú fer hann at brúka tíðina til at gera tað, hann ongantíð fekk tíð til í krevjandi prestastarvinum, og ovast á arbeiðslistan hevur hann sett gransking í søguni hjá kirkjuni og í trúarlæruni.

Nú hann leggur frá sær sum prestur í starvi, noyðist hann at lata prestagarðin í Klaksvík til annan prest. Í staðin hava hann og konan keypt sær hús við Varðabúð í Havn, har tey fara at byggja sær eitt nýtt heim upp.

Og á 1200 fermetra økinum, ið hoyrir til húsini, er stórur urtagarður gjørdur.