Eg meini tað eg syngi

Teitur Lassen, sum í fjør undirskrivaði sáttmála við stóra plátufelagið, Universal, kemur í juni mánaði út við fyrstu fløguni. Hon hevur fingið heitið »Teitur - Poetry & Aeroplanes« og á henni eru 12 løg, sum øll eru á enskum

Í fjør kom fram, at Teitur Lassen, sum vit frá sínari tíð kenna frá Mark No Limits, hevði undirskrivað sáttmála við risastóra plátufelagið Universal.
Nú er fyrsta fløgan innspæld og verður hon væntandi klár at senda á marknaðin í juni mánaði. Fløgan hevur fingið heitið »Teitur ? Poetry & Aeroplanes«.
? Eg havi verið í upptøkuhølunum frá august til november. Fløgan er nú øll innspæld, og tað hevur alt gingið fyri seg í Los Angeles og í Spania, sigur Teitur Lassen.
? Fløgan er eyðmerkt av einum sokallaðum singer/songwriterstíli, sum er fólkakendur tónleikur við eitt sindur av poppi. Fyri at nevna nakrar singer/songwriters, so kunnu vit taka, Joni Mitchell, James Taylor, Bob Dylan, Paul Simon og aðrar.

Gjøgnumført evni

Løgini eru øll skrivað yvir tey seinastu tvey-trý árini. Nøkur av teimum hava verið spæld fyrr, men eisini eru nøkur, sum ongantíð hava verið at hoyrt áður. Men nøkur kenna kanska lagið »I was just thinking«, og er tað eitt av teimum tólv løgunum á fløguni.
-? Løgini eru øll á enskum. Eg havi skrivað tey sjálvur, fleiri saman við øðrum sangskrivarum, vinmonnum og fólki, eg havi møtt ígjøgnum tíðina í Onglandi og USA, greiðir Teitur frá.
Orsøkina til heitið á fløguni sigur Teitur vera, at tá hann sat og valdi løg út til fløguna, so uppdagaði hann, at øll løgini høvdu nakað við »Poetry & Aeroplanes« at gera.
? Eg hugsaði ikki um tað áðrenn, men eg valdi so hetta heitið til fløguna, tí tað vísir seg at vera evnið ígjøgnum øll løgini. Hon er nógv um at ferðast, og eitt lag á henni eitur eisini soleiðis.
Fløgan kemur í fyrsta umfari út í USA og seinni kemur hon út í Evropa. Universal hevur bundið seg til at geva hana út í minst 14 landaøkjum. USA er eitt, Norðurlond eitt, Avstralia eitt, Japan, Frakland, Ongland við meira.
? Vit miða ímóti at fáa hana skjótt út í Føroyum, men nær tað verður, veit eg ikki at siga enn, sigur Teitur.
Byrjað verður við eini stakfløgu/single í umleið mei mánaði. Tá verður eitt einkult lag sent út, men enn kann alt broytast, tí onki er vist enn.

Væl nøgdur

Teitur er sjálvur væl nøgdur við upptøkurnar, og hann gleðir seg at vita, hvussu fløgan verður móttikin.
? Plátufelagið er eisini væl nøgt við úrslitið. Hvat upptøkum viðvíkur hava tey givið mær og framleiðaranum, Rupert Hine, fríar teymar at framleiða tónleikin, uttan at teir blanda seg uppí, og í dag halda vit, at vit hava megnað uppgávuna sera væl, sigur Teitur.
Tá sáttmálin varð undirskrivaður í fjør, hoyrdist, at fyrsta fløgan skuldi koma út í mars mánaði. Men so er ikki. Fløgan er eitt sindur seinkað, og hon kemur tí væntandi ikki fyrr enn í juni.
? Vit valdu at spæla eitt lag inn umaftur, og er tað orsøkin til, at fløgan er seinkað, sigur Teitur.

Meinar tað

Hví Teitur hevur megnað at fáa ein sáttmála við eitt so stórt plátufelag, dugir hann ikki sjálvur at siga.
? Kanska eg havi bjóðað okkurt, sum ongin annar hevur. Hetta slagið av tónleiki er eisini áhugavert júst nú, og eg havi verið ein partur av eini menning. Eg fekk ein góðan umboðsmann og eitt forlag, sum hevur stuðlað mær allan vegin og trúð uppá tað. Vit hava so bjóðað mítt tilfar fram, sigur Teitur, og greiðir víðari frá:
? Eg eri farin beinleiðis til nøkur heilt fá útvald fólk í plátufeløgum, har vit mettu um teir høvdu teir eginleikar, ið samsvaraðu við tað, sum vit vildu gera. Hetta eru míni løg og mítt tilfar, eg fari at spæla tað soleiðis, hetta eru fólkini, eg arbeiði saman við. Vilja tit vera við til at útgeva hendan tónleikin? Hetta havi eg gjørt ístaðin fyri at spæla konsertir og bíða til onkur púra fremmandur bjóðar seg fram, og fortelur tær, hvussu leikur skal fara fram. Eg haldi, at mín máti er betri grundarlag fyri einum góðum samstarvi júst í míni støðu. Eg hevði tó ikki væntað nakað samstarv við so stórar fyritøkur sum Universal.
Teitur sigur eisini, at júst hetta slagið av tónleiki fær stóran kommersiellan áhuga frá plátufeløgum, og tað er nýtt, og heldur hann, at ein slíkur sáttmáli hevði ikki kunnað verið veruleiki fyrinøkrum árum síðani, tí tá var tað ikki attraktivt.
Spurdur um, hvat tað er plátufelagið heldur fangar, sigur Teitur, at tað er helst heildin av øllum tónleikinum.
? Eg geri løg, sum eg framføri sjálvur á kassagittari, ið skal vera so øgiliga gott júst nú. Eg komi frá einum løgnum staði og eiti nakað so løgið sum Teitur, og eg skilji tónleikaslagið, sum eg ferðist sera væl í, haldi eg, sigur Teitur.
? Tónleikur er alt fyri meg. Tað er tað, sum eg skilji best og eg meini tað, eg syngi.

Føroyar

Sjálvt um Teitur er føroyingur, so er tað ikki júst hetta, hann hevur brúkt til at marknaðarføra seg við. Tá samanborið verður við landsliðið, og at føroyingar eru stoltir av at hava ein Teit, sum fær ein altjóða sáttmála sigur hann:
? Sjálvandi er tað stuttligt hjá teimum sum hugsa soleiðis, men hetta er ikki beinleiðis nakað eg hugsi um. Men hinvegin, so tosi eg nógv um Føroyar, tá eg hitti fólk, og tey halda tað er ógvuliga løgið at hoyra um landið, málið og so framvegis.
? Fyri meg er tað soleiðis, at eg havi búð í Føroyum, har eg havi lurtað eftir tónleiki og gjørt tann tónleikin eg havi gjørt. Og eg eri eisini ofta í Føroyum, sigur Teitur.
Nú er so bara bíða eftir til fløgan »Teitur ? Poetry & Aeroplanes« kemur á marknaðin. Teitur sigur annars, at um ikki so heilt langa tíð, so verður farið undir næstu fløguna. Nógvir sangir eru longu skrivaðir, so um eitt til tvey ár, gongur leiðin aftur í upptøkuhølini.