- Eg skal standa her og selja mat

Nú er aftur ótespiligt í Vágsbotni

Mortan Johannesen, sum til gerandis selir fisk í Vágsbotni, fýlist á, at tað gongur so illa at halda sjógvin reinan inni í horninum fram við fiskasølutorginum.

- Her ganga so nógvir turistar. Teir taka fleiri túsund myndir, sum fara um allan heim. Her flýtur í øllum møguligum - hetta er reguler skræpa, og so standa vit og selja mat við síðuna av, sigur Mortan,

Fyri nøkrum árum síðani kom reinsianlegg í innast í krókinum í Vágsbotni, sum skuldi taka ta verstu óhumskuna upp. Men Mortan vil vera við, at reinsianleggið hevur ongantíð riggað, og at eingin ger annars nakað við trupulleikan.

Tórshavnar havn, sum varar av anlegginum og sum annars hevur havnalagið um hendi, ger ikki stórvegis viðmerkingar til málið, tí at viðkomandi, sum vara av reinsianlegginum, eru í feriu í løtuni.

Annars vísir Tórshavnar havn á, at ein av orsøkunum, at tað er so nógv órudd, er, at tað eftirhondini eru so nógv fólk niðri í Vágsbotni, og at Vágsbotnur í ávísan mun er vorðið ballingarstað um summarið.

Annars eru fólk frá Tórshavnar havn næstan hvønn dag og taka upp úr reinsianlegginum, eru boðini frá Tórshavnar havn.