VÍF/Tjaldur vann í gjár ein tryggan sigur á steypafinalistinum úr VB. Úrslitið gjørdist 28-16. Munurin í hálvleikinum var bara tvey mál, men í seinna hálvleiki gekk illa hjá VB at fáa nakað mál.
«Vit koma væl frá byrjan og skora longu í fyrsta álopinum, og vit megna at verja fyri í verjupartinum. Serliga Annika Poulsen er sterk í verjustøðu og ger tað væl, greiður Jan Ottosen frá.
Hóast munurin er heili 12 mál á úrslitinum, so gongur javnt á í fyrra hálvleiki.
«Tær hava trý tíðarskeið í fyrra hálvleiki, har tær vinna 3-0, 3-0 og 4-1. Tað er orsøkin til, at vit bara eru á odda við tveimum í hálvleikinum, sigur Jan Ottosen.
Í seinna hálvleiki dregur heimaliðið av álvara frá. Tað tekur VB meiri enn eitt korter at fáa tvey mál.
«Eisini í seinna hálvleiki skora vit upp á skjótálop at byrja við, og tað gevur okkum eina trúgv upp á tingini. Tær fáa eitt mál eftir sjey minuttir og tað næsta eftir 16 minuttir, og tað er verjan hjá okkum, sum megnar at steðga teimum. Í fyrra hálvleiki er Annika Poulsen sterk í verjupartinum, meðan tað í seinna hálvleiki eru tað Linda Davidsen og Amanda Kristensen, sum ganga á odda í verjupartinum, sigur Jan Ottosen víðari.
«Tað er týdningarmikið, at vit klára at verja so væl. Eg haldi ikki, at VB kemur upp á tjúgu skot í seinna hálvleiki, sigur Jan Ottosen.
Skulu í form
Jan Ottosen hevur sett sær sum mál at røkka FM finalunum, men tað krevur hart arbeiði. Hann er ikki í iva um, at liðið er í ov ringum formi, men fegnast um, at tað gongur rætta vegin.
«Tær vóru í ringum formi, tá eg tók yvir og tað eru tær enn, men tær hava tikið seg nógv fram hesa seinastu tvær vikurnar. Vit skulu arbeiða við forminum, tí tær duga at spæla hondbólt, men skulu eisini til at trúgva meiri upp á tað, sigur Jan Ottosen, sum byrjaði kappingarárið við at verða venjari hjá VÍF/Tjaldur og VÍF hjá monnum.
«Fáa vit tey bæði tingini at ganga upp, so kunnu vit verða við í stríðnum um at vinna heiðursmerki. Kyndil er favorittur at røkka hinum FM finalu plássinum, men vit mugu bara stríðast tað vit kunnu, sigur Jan Ottosen víðari
Kyndil hevur 16 stig fyri 13 dystir, meðan felagsliðið hevur tíggju stig fyri 11 dystir. Og Jan Ottosen trýr upp á at tað ber til at yvirhála Kyndil.
«Eg skal trúgva upp á tað. Vinna vit teir báðar dystirnar,
sum vit mangla, so eru vit bara tvey stig aftanfyri Kyndil. Vit hava tveir dystir eftir móti teimum, so vit kunnu í so máta avgera tað, men eg eri ikki í iva um, at tær eisini ætla sær í finlauna. Kyndil hevur eisini fingið Simonu Petersen, sigur Jan Ottosen víðari
Simona Petersen hevur í hesum kappingarárinum spælt við Stjørnuni, men valdi eftir seinnu hálvlfinaluna í steypakappingina at skifta til Kyndil. Jan Ottosen er greiður yvir, at Simona er ein góður spælari, men hann vil líka síggja ein dyst áðrenn hann gera sær eina endaliga meting.
«Eg vil gjarna síggja ein dyst hjá Kyndil við henni á liðnum áðrenn eg geri mær nakra meting um tað er ein styrkur. Kyndil hevur spælarar, ið spæla skjótt, meðan Simona oftani ger tingini sjálv. Hinvegin, so kann Simona skjóta mál sjálv, og tað er nakað Kyndil hevur brúk fyri. Tær hava havt hálvleikar, har tær bara hava skotið trý mál. Tað er har hon kann koma at gera stóran mun. Men hon hevur ein øðrvísi splistíl enn hinar á liðnum, sigur Jan Ottosen at enda.
Tað hevur eisini verið upp á tal, at Liljan Djurhuus skal skifta til Kyndil, men tað verður ikki.
VÍF/Tjaldur – VB: 28-16 (13-11)
VÍF/Tjaldur: Tóra Seloy 6, Liljan Djurhuus 5, Heidi Sevdal 4, Eilin Hansen 4, Barbara Nygaard 2, Sarah Hansen 2, Rannva Jakobsen 1, Annika Patti 1, Gurið Poulsen 1
VB: Bára Krosslá Mortensen 6, Rannva Johannesen 3, Tamara Radic 3, Gurið Mortensen 2, Helga Eyðunsdóttir 1, Marijana Trvbojevic 1