Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026

Eg havi glett meg sera nógv til at kunngera fyri tykkum, at eg stilli upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið. Hetta hevur ikki verið ein torfør avgerð at taka, tí eg síggi einki annað alternativ.

Veljarakanningin, sum FM1 og Portalurin gjørdu tann 3. februar, vísir, at heili 79% av føroyingum ynskja ríkisfelagsskapin. 35% ynskja at varðveita verandi støðu, og 44% ynskja størri frælsi innan ríkisfelagsskapin, eins og útspælið hjá Sambandsflokkinum, Nýtt Samband, arbeiðir fram ímóti. Hóast hetta, so er tað tíverri enn soleiðis, at allir flokkar - uttan Sambandsflokkurin - taka undir við tjóðarsemjuni. Tað merkir, at 85,71% av flokkunum í Føroyum ynskja at arbeiða beinleiðis ímóti tí, sum 79% av føroyingum meina. Tað er skilaleyst.  

 

Sambandsflokkurin er einsamallur verji hjá meirilutanum, og tí er tað týdningarmiklari enn nakrantíð at atkvøða á okkum sum vaktarhund.

 

Eisini millum ungdómin er ein stórur meiriluti fyri ríkisfelagsskapinum. Sjómaq gjørdi í 2024 eina størri analysu um, hvat ung millum 18-28 ár meina um ríkisfelagsskapin. Her svaraðu 63% av teimum ungu, at tey ynsktu at varðveita ella styrkja ríkisfelagsskapin.

 

Mín vón er at vera røddin hjá okkum ungu, ið eisini ynskja ríkisfelagsskapin.

Eg vil arbeiða ímóti vitloysinum og fyri fólkið.

 

Tit fara heilt vist at hoyra meira um meg og onnur hjartamál hjá mær undir valstríðnum.

 

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við meg umvegis Messenger ella á telefon +298 503831  

 

X við B 

X við Birgir Ferjá Heldarskarð