Fríggjadagur 5. oktober 2012 er ein dagur, sum Hanus Tausen, seint fer at gloyma. Hann er stýrimaður umborð á trolaranum Sjagakletti, og fríggjakvøldið fekk hann álvarsaman skaða í armin og skuldi flytast av trolaranum og til Havnar við tyrlu.
- Nú tá eg hugsi um hendingina sum heild, so kann eg ikki siga annað, enn at eg havi verið ótrúliga heppin, tí tað kundi gingið heilt galið, sigur Hanus Tausen, sum er úr Hvalba, men er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsinum.
Brádliga bløddi armurin illa
Tað byrjaði alt fríggjakvøldið, tá teir umborð á Sjagakletti júst høvdu gjørt eitt hál, og ein endi onkursvegna slitnaði.
- Tað er ilt at siga akkurát hví og hvat, men ein lína umborð slitnaði, og eg rokni við, at eg havi fingið ein krók í armin, greiðir Hanus Tausen frá. Armurin fór alt fyri eitt at bløða illa av løstinum, og Hanus Tausen visti beinanvegin, at støðan var álvarsom.
- Í tí løtuni eg fekk slagið, og tað fór at bløða rættiliga ógvusliga, var eg bangin eina løtu, sigur Hanus Tausen, sum tó skjótt fekk hjálp frá manningini umborð.
- Menninir umborð bóru skjótt at, og góvu mær forbinding á armin. Tá steðgaði skjótt at bløða, og tá bleiv eg eisini meira róligur. Harafturat fekk eg morfin, sum hjálpti væl, fortelur Hanus Tausen, sum er útbúgvin skipari.
Visti av ongum
Manningin umborð á Sjagaklett bar skjótt at , tyrla bleiv boðsend eftir Hanusi Tausen.
- Eg hugsaði ikki so nógv um tað, at tyrla skuldi eftir mær. Tað ráddi bara um at koma undir læknahond skjótast gjørligt, sigur Hanus Tausen. Tyrlan kom eftir Hanus, tá minni enn ein tími var liðin, síðan óhappið á dekkinum hendi.
- At byrja við ætlaðu teir at leggja meg á eina børu og so hála meg upp, men tað bleiv droppað, tí soleiðis sum veðrið og sjógvurin háttaðu sær, var tað als ikki ráðiligt, greiðir Hanus Tausen frá og heldur fram:
- Eg bleiv so lagdur í eina slyngu saman við bjargingarmanninum, og vit fóru spakuliga uppfrá, sigur Hanus Tausen.
Í tí løtu, at Hanus Tausen og bjargingarmaðurin verða hálaðir upp av Sjagakletti, hendir tað, sum ongantíð er hent áður. Veirurin, sum teir hanga í, verður fastur í skíðunum, sum tyrlan lendir á, og Hanus Tausen og hjálparin hanga í leysum lofti. Avgjørt verður at seta teir niður á sjógvin, soleiðis at veirurin slakast og kann fáast av skíðunum.
- Eg uppdagaði ikki beinanvegin, at veirurin var fastur, og at støðan var álvarsom. Eg havi ongantíð havt trupulleikar við hæddum, so eg hugsaði ikki tað stóra, tá vit hingu í veirinum. Einki uttan at vit svingaðu rættiliga nógv. Brádliga blivu vit settir niður á sjógvin, men tá visti eg, at alt ikki var, sum tað skuldi vera, greiðir Hanus Tausen frá. Hann var í vanligum klæðum og so einum jakka undir bjargingini, og hann minnist væl, hvussu kalt tað var, tá teir blivu settir á sjógvin.
- Vatnið var ísakalt. Hóast talan bara var um sjey minuttir, har vit lógu í sjónum, so tóktust teir ógvuliga langir í tí ísakalda vatninum. Hjálparin bað meg alla tíðina vera róligan og greiddi eitt sindur frá, hvat tað var sum hendi. Tað dugdi hann øgiliga væl, tí eg fór ongantíð í panikk undir allari bjargingini.
Slapp ikki at sova
Bjargingarliðið umborð á tyrluni megnaði at fáa veirin leysan, soleiðis at Hanus Tausen og hjálparin komu upp úr sjónum og inn í tyrluna.
- Eg havi latið mær fortalt, at tann eini bjargingarmaðurin fór út á skíðurnar fyri at fáa veirin leysan, so vit kundu koma upp úr sjónum aftur. Teir settu allir lívið í váða fyri at bjarga mær, og tað eri eg teimum æviga takksamur fyri, sigur Hanus Tausen.
Innkomin í tyrluna bleiv hann lagdur á børu og fekk iltmasku. Hann bleiv latin úr vátu klæðunum og fekk eitt serligt hitateppi yvir seg.
- Eg var øgiliga kaldur, men teir skrúvaðu for frá fyri hitanum umborð á tyrluni, so eftir eini løtu fekk eg hitan í kroppin aftur, sigur Hanus Tausen og leggur afturat:
- Eg minnist, at eg vildi illa sova, meðan vit vóru ávegis til Landssjúkrahúsið, men tað slapp eg ikki, fortelur Hanus Tausen. Á Landssjúkrahúsinum fór hann alt fyri eitt til kanningar, og í røntguni bleiv staðfest, at armurin var illa brotin, og Hanus Tausen bleiv tískil lagdur undir skurð.
Flogskiparin vitjaði
Nú eru nakrir dagar farnir, síðani Hanus Tausen hevði ógvusligu upplivingina fríggjakvøldið. Armurin er illa brotin, og tískil skal Hanus Tausen undir skurð aftur um nakrar dagar. Hann hevur tað gott eftir umstøðunum, og sigur seg ikki hugsa stórvegis um ta heldur dramatisku upplivingina.
- Eg havi góð fólk, sum vitja meg her á Landssjúkrahúsinum, og vit hava prátað nógvar ferðir um hendingina. Kanska tí føli eg heldur ikki, at eg havi havt tørv á sálarfrøðiligari hjálp, sigur Hanus Tausen. Tyrluskiparin, Hans Erik Jacobsen, hevur verið og vitjað Hanus Tausen á sjúkrahúsinum, og tað er Hanus Tausen ógvuliga glaður fyri.
- Hann kom her og forkláraði fyri mær, júst hvat tað var, sum hendi fríggjakvøldið. Tað hevði nógv at siga fyri meg, at hann kundi greiða mær frá hendingini, og hann segði eisini, at hatta ongantíð var hent fyrr, sigur Hanus Tausen. At bjargingarliðið gjørdi eitt megnar arbeiði hetta kvøldið, er Hanus Tausen als ikki í iva um.
- Teir hava sett nógv upp á spæl, tað er púra víst. Havi hoyrt um tann eina umborð á tyrluni, sum fór út á skíðuna og veruliga setti lívið í váða, og honum vil eg ógvuliga fegin hitta. Tað er ótrúligt, tað sum hann hevur gjørt, sigur Hanus Tausen, sum ætlar sær aftur til arbeiðis, so skjótt tað ber til.
- Eg ætli mær avgjørt til skips aftur. Henda upplivingin hevur ikki forskrekt meg. Nú skal eg bara koma fyri meg, og tað kann bara ganga ein veg frá nú av, og tað er frameftir.