Eg vil leggjast í føroyska jørð

Ronald Brierley kom til Føroya sum bretskur hermaður í apríl 1942. Sosialurin hitti hann í Sandavági 60 ár seinni. Ron, sum hann vanliga verður nevndur, situr nú einkjumaður eftir føroyska konu, sum er jarðað í Sandavági, har Ron sjálvur eisini vil jarðast, tá boð verða eftir honum

Sandavági: ? Eg kom higar fyri 60 árum síðan. Tann fimta apríl 1942 vórðu vit settir í land í Sørvági og gingu so um oynna. Nú 60 ár eru liðin, helt eg, at tað var passandi at koma aftur í sama mánaði, sigur Ronald Brierley úr Snaith í Englandi, sum hevur vitjað í Føroyum á hvørjum ári síðan krígslok.
Teir komu einir 300 mans til Sørvágs við troppaskipinum Lady of Man, sum ikki fekk lagt at í Sørvági. So teir vórðu fluttir við smærri bátum til lands, minnist Ron.
Í Sørvági fingu teir at vita, at teir skuldu ganga í skrúðgongu tvørtur um oynna. Tað gjørdu teir so, tí ein hermaður spyr ikki um nakað. Hann tekur bara móti ordrum, sigur Ron.
Men sjálvur hevur hann verið heldur listinlærdur, tí hann fekk sannført majorin um, at onkur mátti vera í lastbilinum, sum flutti alt viðførið, so tað ikki varð stolið á vegnum.
Jú, tað eydnaðist, og Ron fekk sín fyrsta biltúr í Vágum. Úr Sørvági til Miðvágs í lastbilinum.
? Í Miðvági stóð Sámal Ellefsen og tók í móti okkum og vísti okkum á, hvar vit skuldu búgva, greiðir Ron frá. Hann kom sjálvur triðji at búgva hjá Albini Vang, minnist hann.
Annar heimstaðurin
Men Miðvágur gjørdist ikki nakað verðandi stað hjá øllum hesum hermonnunum. Teir skuldu flytast aftur.
Tosað varð um, at teir skuldu út til Sørvágs, har barakkir vórðu bygdar at hýsa teimum, sigur Ron.
Men sjálvur hevði hann heldur hug at fara til Sandavágs, tí honum var farið at dáma so væl »hesumegin«, sum hann tekur til.
Hvørt tað longu tá hevði sína orsøk, sigur hann einki um soleiðis. Men tað gjørdist rættiliga skjótt greitt, at har var nakað sum dróg í Sandavági.
?»Maria in the Schoolhouse«, greiðir hann frá.
Og tað gekk eisini rímiliga skjótt fyri seg hjá teimum báðum, tí tann 24. juni 1943 giftist Ron við Mariu Joensen, í Skúlanum, í Sandavági og flutti inn í »The Schoolhouse« til verforeldrini at búgva.
Vit sita í stovuni hjá sváginum og svigarinnuni í Giljum í Sandavági. Leivur er bróður Mariu, og her plagar Ron at búgva, tá hann er á sínum árligu ferðum aftur í Sandavági.
Seinastu 25 árini hevur hann ferðast einsamallur, tí Maria doyði bara 55 ára gomul í 1977 av blóðkrabba, greiðir Ron frá. Hon liggur grivin við síðuna av foreldrum sínum í Sandavági, og Ron vil sjálvur verða grivin har, tá hansara tíð her er farin.
Tað er keðiligt veður í kvøld. Tað regnar uttanfyri, og mjørkin hongur oman í hálvt Hagagerði, sum vit síggja hinumegin vágna. Gróðrarvegur nú seinast í apríl.
?Sandavágur er vakrasta staðið í Føroyum, ivast Ron Brierley ikki í. Eg sigi tað ikki bara tí, eg havi samband hendanveg. Eg havi verið víða í Føroyum og eri sannførdur um, at so er. Men eisini aðrastaðni er vakurt, sigur hann og nevnir eitt nú Gjógv og Viðareiði, sum honum dámar væl.
Aftur í kríggj
Samrøðu verður aftur vend inn á krígstíðina, og hann fer at greiða frá tí, honum var fyri, tá hann varð sendur úr Føroyum aftur.
? Tað var móti ársenda í 1943, at vit fingu boð um at fara aftur til Englands. Maria kom við, og vit búsettust í Oldham nærindis Manchester.
Men tað var so skjótt, at eg varð sendur víðari. Eg skuldi inn á europeiska meginlandið. Til Hollands og Týsklands.
? Nei tað var ikki sjálvan D-dagin. Hetta var seinni. Vit skuldi inn á meginlandið at byggja uppaftur. Brýr, sum sundurskotnar vóru, og vegir, sum skuldu gerast aftur.
Tað hendi seg meira enn so, at týskararnir bumbaðu aftur tað, vit høvdu sett í stand. So var ikki annað at gera, enn at byrja av nýggjum.
Vit lógu fyrstu tíðina í Hollandi og fóru síðan til Týsklands. Til Schwarzwald, greiðir Ron frá.
Í Hollandi varð hann særdur einaferð. Hann fekk ein kúlu í annan fótin, sigur hann og lyftir beinið. Líkasum fyri at vísa, at tað gjørdi ikki tann stóra skaðan. Hann var sjúkrameldaður nakrar dagar, og so var tað í lagi aftur.
Boð eftir vinunum
? Eg var í grundini sera heppin, sigur hann og steðgar á. Eitt sindur hugsunarsamur, tykir mær. Og so koma søgurnar. Ikki færri enn tvær ferðir fylgdist hann við monnum, sum ikki bóru boð í bý, meðan honum sjálvum einki petti hendi.
? Eitt kvøldið, meðan vit vóru í Hollandi, var eg farin í býin saman við einum øðrum hermanni. Á veg heimaftur, mátti eg inn í ein krók at pissa, greiðir Ron frá. Eg bað vinmannin bíða, men hann helt, at hann gekk bara, so kundi eg fáa hann aftur í myrkrinum, tá eg var liðugur.
Soleiðis varð, og vinmaðurin helt fram, greiðir Ron frá. Men tá eg var liðugur við síni ørindi har inni í myrkrinum, fann eg ikki vinmannin aftur.
Ron fór til hús, men har var eingin maður. Hann bíðaði við at siga nakað, tí tað kundi vera, at vinurin var komin í hóslag við onkran, og ikki hevði hug at koma aftur fyrr enn móti morgni.
Men tá hann heldur ikki var komin heim morgunin eftir, gjørdist ikki annað enn at boða frá.
So varð leitað. Leingi og væl, men uttan úrslit. Maðurin var horvin og sást bara ikki aftur.
? Vit fluttu so og komu til eina aðra bygd ikki so langt haðani, greiðir Ron frá.
Ein dag, einar tríggjar mánaðar seinni, meðan vit arbeiddu við einumhvørjum útiarbeiði, kemur presturin úr fyrru bygdini, vit vóru í, á súkklu til okkara.
Hann visti tá at siga okkum, at vinmaðurin, sum horvin var, var funnin aftur í eini byrging. Skorin á háls.
? Eg haldi, at tað hava verið Quislingar, sum gjørdu tað, sigur Ron. Og hevði eg ikki verið farin burturfrá, hevði eg helst eisini verðið dripin.
Eina aðra ferð var hann saman við einum walisiskum vinmanni farin ein túr í býin, tá eitt týskt flogfar kom skjótandi gjøgnum gøtuna, teir gingu í.
Teir tveittu seg flatar lið um lið á vegin. Ron heldur tveir fingrar saman og leggur á borðkantin fyri at vísa, hvussu teir lógu.
? Tá flogfarið var farið framvið, reisti eg meg aftur, meðan vinmaðurin við síðuna av varð liggjandi. Deyður av skotunum.
- Mín tíð var ikki komin. Eg fekk eina kúlu í fótin øll krígsárini, tað var alt. Og nú siti eg her í Sandavági, 82 ára gamal, og havi tað fínt, sigur Ron Brierley.
Aftur í Englandi
Ron kom aftur til Englands eftir krígslok, har hann gjørdist vaktarmaður í eini krígsfangalegu. Teir vóru 20 bretar, sum ansaðu 300 týskum krígsfangum.
Hann letur væl at týskarunum, sum vóru í legunum. Hampafólk, sum høvdu eina øgiliga disiplin.
Ein týskur korporalur var hjálparmaður á skrivstouni hjá Ron, sum minnist aftur á einaferð, hann kom út av síni egnu skrivstovu og gekk gjøgnum rúmið, har týskarin sat.
Hesin reisir seg beinanveg upp fyri yvirmanninum, sum kom framvið.
Ron fór at fáa sær døgurða, og tá hann kom aftur umleið hálvanannan tíma seinni, stóð týskarin framvegis í sama stað.
? Eg spurdi hann, um hann hevði staðið har alla tíðina. Jú, tað hevði hann. Hví hann hevði gjørt tað, vildi eg vita. Tað var tí, at hann hevði ikki fingið ordrar frá mær um at seta seg, tá eg var farin, greiðir Ron frá.
Øðrvísi var við amerikanarunum. Har sat ein hermaður við beinunum uppi á borðinum, tá sjálvur generalurin kom framvið. Hesin varð sitandi og segði bara »Hello«, og so var tað yvirstaðið, sigur Ron og ristir við høvdinum.
Prestur
Beint eftir kríggið fluttu tey aftur til Sandavágs, har tey búðu til 1948, tá Ron gjørdist prestur í ensku Metodistkirkjuni.
? Eg fekk eitt kall, sum eg fylgdi. Eg havi ongantíð angrað, at eg gjørdi tað, og skuldi eg livað umaftur, hevði eg viljað verið prestur aftur, sigur Ron sannførdur á málinum. Hann hevur verið prestur í Yorkshire og í Hull.
? Mær dámar væl at koma í samband við fólk, og tað gjørdi eg eisini sum prestur. Bæði í løttum og tungum løtum.
? Tú verður ikki prestur fyri pengar, sigur hann og leggur dent á, at tað eru heilt onnur virði, sum hann hevur sett høgt í sínum arbeiði.
Ron Brierley arbeiddi sum prestur í Englandi, til hann var 73 ára gamal.
Familjan
Ron býr í dag í lítla býnum Snaith nakað innan fyri Hull. Tríggjar døtur fingu hann og Maria, og tær búgva allar í grannalagnum, sum hann tekur til. Tað eru bara einir tveir tímar at koyra til hennara, sum longst er burtur. Tvær búgva øðrumegin og ein hinumegin, meðan eg liggi soleiðis í miðjuni, greiðir hann frá og teknar niður á borðið, hvussu staðfestingin er.
Maria doyði av blóðkrabba í 1977 og varð grivin í Sandavági. Aksel Tórgarð, prestur, hevði jarðarferðina, greiðir Ron frá.
? Tá eg sjálvur doyggi, skal eg eisini jarðast í sama gravstaði saman við Mariu og verforeldrunum, sigur hann. David Johannesen, prestur í Vágum, hevur fingið at vita, hvussu tað skal gerast. Eg havi avgreitt alt hatta har, greiðir hann frá.
? Doyggi eg, meðan eg eri staddur í Føroyum, verður tað ein vanlig jarðarferð. Men eri eg staddur í Englandi, tá tað hendir, skal eg brennast, og øskan flytast til Sandavágs.
Her havi eg havt góðar løtur, og her vil eg verða lagdur at hvíla seinastu ferð, sigur bretski hermaðurin og presturin, sum hevur valt sær Sandavág sum sín annan heimstað.