» - »Sauternes« - Skansin. »Sauternes« - Skanisn. Er Fugloyarfjørður góður at ankra upp í??«
Soleiðis byrjar Grækaris Djurhuus Magnussen nýggju bók sína, Jólaskipið, sum er um hendingar kring skipið »Sauternes«, sum fórst í Fugloyarfirði 6. desember í 1941 - og har vit eisini hitta avvarðandi hjá onkrum teirra, ið fórst við skipinum.
Vit hava so mangan hoyrt um hetta skipið, ið kom at forsýna bretsku hermenninar, sum vóru í Føroyum undir krígnum, men sum ikki náddi vegin fram, tí at vakthavandi á Skansanum í Havn misskilti boðini. Hann helt, at skipið var á Fuglafirði, og helt tí ongan vanda vera á ferð. Ikki minst leitingin og kavingin niður á hetta skipið í Fugloyarfirði seinastu árini, hevur sett fokus á skipið.
Tað var eisini hetta, sum kveikti áhugan hjá tíðindamanninum, Grækaris Djurhuus Magnussen. Hann var við, tá Heri Andreassen gjørdi fyrstu royndina at finna skipið. Hetta var við Tjaldrinum á sumri í 1999 - og Grækaris var við sum sjónvarpsmaður.
Serlig siðsøga
Siðsøguligar bókmentir eru rættuliga vanligar í Føroyum. Men Grækaris Magnussen hevur lagt seg á annan bógv. Hann hevur valt at taka eitt ávíst mál - og fer rættuliga í djúpdina.
Soleiðis kenna vit tað bæði í fyrstu bók hansara, »SOS Knúkur«, sum kom út í 2000 og »Horvin Føroyingur«, sum kom í 2001. Tann fyrra bókin er um flogvanlukkuna í Mykinesi 26. september í 1970, har Grækaris fylgir ferðafólkunum og manningini bæði dagarnar undan vanlukkuni, í flogfarinum til Føroya, og eftir vanlukkuna. Eisini fylgir hann bjargingarfólkum, læknum og avvarðandi.
Tann seinna bókin er um Oyrarmannin, Sofus Severin Strømsten, sum í 1947 rýmdi úr Føroyum. Hann flýddi undan harða og syrgiliga uppvøkstri sínum. - rýmdi undan pápanum og hvarv út í stóru verð. Hann kom ongantíð aftur til Føroya, og læt heldur ikki frætta frá sær. 54 ár seinni hevur Grækaris funnið hann í Brasilska stórbýnum, Rio de Janeiro. Í bókini lýsir hann uppvøksturin og dramatiska lívið hjá oyrarmanninum.
Umstrídd skriving
At Grækaris Djurhuus Magnussen er útbúgvin og royndur tíðindamaður, bæði í blað- og sjónvarpsarbeiði, hevur sjálvsagt givið honum førleikar, sum hann nýtir í arbeiði sínum.
- Mær dámar væl at taka upp eitt serligt evni - og at fara djúpt inn í tað, sigur Grækaris Magnussen. Hann dylur heldur ikki fyri, at tað ger tað bara enn meira spennandi, at talan er um eitt kontroversielt evni, so sum hann hevur gjørt bæði í bókini um flogvanlukkuna og um oyrarmannin, sum rýmdi heiman.
- Eg minnist væl flogvanlukkuna. Eg var tá átta ára gamal, og eg minnist væl, hvussu tey vaksnu tosaðu. At Hjalgrím Magnussen, sum var giftur við mostur míni, var sýslumaður í Vágum, gav mær sum smádreingi sjálvsagt ein annan vinkul upp á málið - og eg festi meg serliga væl við tað, sigur hann.
Bókin um flogvanlukkuna gjørdist ein brakandi sukse - og neyðugt var at prenta bókina uppaftur.
Tað var tá Grækaris við familju síni flutti til Danmarkar í 1999, har konan var í lestrarørindum, at hann gjørdi av at royna seg sum rithøvund. Fyrsta bókin eydnaðist so mikið væl, at hann síðani hevur roynt skrivingina sum vinnuveg - hevur roynt at liva av tí.
Nú Grækaris kemur við triðju bók síni, so er hann eisini væl á veg við fjórðu bókini - hon kemur tó ikki út fyrr enn um eitt ár ella so, og hon er um eitt ógvuliga viðbrekið - og ikki minst kontorversielt evni. Heitið er »Dreingirnir í Waffen SS« og er um føroyingar, sum bardust við nazistunum undir krígnum. Nakrir av hesum monnum greiða frá, og Grækaris fer í teirri bókini at lýsa hetta - at berjast á »skeivu síðuni?«
Lagnur heima í Bretlandi
- Vit hava ongantíð hoyrt søguna um, hvat veruliga hendi viðvíkjandi Jólaskipinum, sigur Grækaris, sum hevur roynt at savna tilfar, bæði tað, sum hevur verið á prenti, eins og hann hevur leitað á Landsskjalasavninum.
- Eg havi funnið nógv áhugavert í frásagnum, sum tó ikki stóðu á prenti í bløðunum undir krígnum, tí tá var sensurur, sigur hann.
Grækaris vísir á, at áhugin fyri vanlukkuni ikki var tann sami, tá eingin føroyingur var við. Talan var um 25 bretar, sum lótu lív - og tað var so tað.
- Men hvat var tað, sum veruliga hendi? Hvussu og hvønn ávirkaði hetta heima í Bretlandi?
Grækaris hevur funnið avvarðandi í Bretlandi, men sambandið fekk hann rættuliga tilvildarliga:
- Í Onglandi var ein maður, sum leitaði eftir ætt síni, sum hann ikki hevði samband við. Hann visti, at ein farbróðir, Henry Koven, var deyður undir krígnum, men ikki reiðiliga hvussu. Sera trupult er at leita eftir horvnum fólki í bretsku skipanini, men maðurin hevði uppsporað, at farbróðirin var við »Sauternes«, sum var farið úr Skotlandi, men ongantíð komið vegin fram. Sum eina allar, allar síðstu roynd ringdi maðurin til Ferðaráð Føroya og spurdi, um nakar har hevði hoyrt um skipið »Sauternes«.
- Jú, tað hava vit. Teir eru júst í hesi løtu í ferð við at kava niður á skipið, kundu tey svara honum av Ferðaráðnum.
Dámar at koma í kjarnuna
Endin á hesum var, at bretin kom til Føroya, og soleiðis kom Grækaris í samband við familjuna hjá Henry Koven, sum var ein av manningini. Í bókini síggja vit, hvussu hendan hendingin, og samstarvið við Grækaris, førir familjuna Koven saman aftur, og systkinabørn, ið ongantíð hava sæð hvønn annan, hittast á fyrsta sinni.
Henry Koven hevði konu, sum var við barn, tá hann fórst við Jólaskipinum. Hann fekk eins son, men konan og familjan annars vistu ikki, hvussu Henry Koven varð deyður.
- Tað er júst hetta, mær dámar so væl, at tú kanst koma so tætt upp á kelduna, sigur Grækaris. - Tað at hesi systkinabørn hittast á fyrsta sinni, tað er at koma í fleskið á søguni - ella í kjarnuna í málinum. Á slíkan hátt fært tú loyst ein part av gátuni um Jólaskipið!
Aðrar gátur loysir hann eisini. Eitt nú, at eingin kvinna var við skipinum. Søgur gingu um, at ein kvinna var við. Eisini hevur Grækaris funnið fram til, at skipið hevði havt trupulleikar við róðrinum fleiri ferðir, áðrenn skipið kom til Føroya, og at nógv bendir á, at skipið hevði trupulleikar, tá tað fórst.
Stórur partur av bókini, Jólaskipið, er skrivaður úti í Svínoy. Eftir at hava savnað alt tilfarið, fór Grækaris út til Svínoyar, har hann settist at skriva - og skrivaði hann har alla bókina, sum snýr seg um alt tað, vit ikki hava hoyrt um Jólaskipið....
???????
Fakta um Grækaris
?Grækaris Djurhuus Magnussen er føddur í Hvalvík í 1962.
?Avlærdur bankamaður í Føroya Banka. Er seinni útbúgvin journalistur frá fjølmiðlaskúla í Noreg. Síðani 1987 hevur hann starvast sum tíðindamaður á Sosialinum, Dimmalætting og í Sjónvarpi Føroya.
?Grækaris hevur seinastu tíðina roynt at liva sum høvudnar burturav, men hevur partvís eisini starvast í Sjónvarpi Føroya.
?Bókmentaverk:
SOS Knúkur 2000
Horvin Føroyingur 2001
Jólaskipið 2002