Orð og Myndir:
John Johannessen
Danmark, Ísland, Skotland, Grønland og Noreg. Til øll hesi lond hava føroyingar nú beinleiðis flogsamband við sínum egna flogfelag, nevniliga Atlantsflog. Flogleiðin til Danmarkar var fyrsta leiðin, felagið fór undir. Hetta var 28. maj 1988. Nøkur ár seinni royndi felagið seg við nýggjari flogleið til Íslands, síðani til Skotlands, so til Grønlands og nú, mikudagin 23. juni 1999, varð farið undir beinleiðis flúgving til Stavanger í Noreg einaferð um vikuna. Ætlanin er, eins og við Skotlands og Grønlandsleiðini, tó bert at røkja hesa farleið summarhálvárið.
Tvey flogfør
Fyri at vera ført fyri at røkja fast flogsamband til øll okkara grannalond er ikki nóg mikið við einum flogfari. Tí hevur Atlantsflog leigað sær flogfør frá svenska felagnum Malmö Aviation. Talan er um eitt British Aerospace BAe-200 flogfar, eins og verandi flogfar hjá Atlantsflog. Hetta flogfar er fyribils leigað fyri summarið, nú meðan nógv er at gera hjá Atlantsflog.
Ætlanirnar hjá stjóranum í føroyska flogfelagnum, Magna Arge, fevna um meira enn at leiga eitt flogfar afturat um summrarnar. Hann sigur, at ælanin er, at innan stutta tíð, skal felagið hava tvey flogfør og tvær tyrlur, og skal tað røkja fast samband við øll grannalondini alt árið. Hann leggur tó afturat, at tá hann tosar um stutta tíð fyri eitt flogfelag, er talan um eini tvey ár.
Víkingaleið
Tá Atlantsflog fór undir fasta flúgving fyri ellivu árum síðani vóru tey ikki mong, ið væntaðu, at flogfelagið fór at menna seg eins nógv og tað hevur gjørt seinastu árini. Nú hava fólk tó fingið prógv fyri, at tað ber til at hava eitt føroyskt flogfelag. Tá Atlatsflog fleyg fyrsta túrin til Stavanger mikudagin, var talan um tað seinasta beinleiðis flogsambandið til grannalondini, ið var knýtt. Nú bar til at fara gomlu víkingaleiðina loftvegis í staðin fyri sjóvegis.
Við á fyrsta túrinum til Noregs vóru umleið 30 ferðafólk. Harafturat vóru um 30 innbodnir gestir. Magni Arge, stjóri fyri Atlantsflogi, sigur, at 30 ferðafólk ikki eru grundarlag fyri einari rutu, men hann leggur afturat, at talan er um eina nýggja farleið, og tí kann ikki væntast, at hon fer at geva yvirskot beinanvegin. Hann sigur, at hetta árið fer at vera eitt ár, har leiðin verður innkoyrd, og tískil er ikki vist, at hon fer at geva yvirskot fyrr enn næsta ár. Magni Arge sigur, at í staðin fyri at vera varin og nýta eina rúgvu av tíð til at kanna møguleikarnar fyri einari farleið til Noregs, hevur felagið heldur valt at fylgja rakstararrópinum »learning by doing«. Felagið hevur valt at royna seg við einum túri til Stavanger um vikuna summarhálvárið, og síðani kann farleiðin endurskoðast og leggjast til rættis eftir teimum royndum felagið hevur fingið við at royna farleiðina.
Norðmenn fegnir
Fyrsti túrurin til Stavanger gekk av tí allar besta. Flogtíðin var fimm korter, og tá lent varð á flogvøllinum í Sola uttanfyri Stavanger, var ein riðil av tíðindafólkum, ferðavinnufólkum og leiðslan á flogvøllinum og tók ímóti. Móttøka var í einum fundarhøli, har røður vórðu hildnar og gávur lætnar. Leiðarin á flogvøllinum í Sola, Thor Helge Strand, segði í røðu síni, at hann er sera fegin um, at føroyska felagið er farið undir beinleiðis flogsamband millum Noreg og Føroyar. Hann helt, at hetta kom at hava stóran týdning fyri bæði oljuvinnuna og eisini fiskivinnuna. Eisini fegnaðist hann um, at gamla víkingaleiðin var uppafturtikin - nú við flogfari.
Thor Helge Strand, flogvallarleiðari, handaði stjóranum fyri Atlantsflog, flogvallarleiðaranum í Vágum, Finnboga Niclassen og oljumálaráðharranum, Eyðuni Eltør, eina bók um Stavanger, sum takk fyri at leiðin var løgd júst til Stavanger.
Eisini var formaðurin í Sola kommunu við til móttøkuna. Hon var eisini fegin um nýggju farleiðina, serstakliga í sambandi við eina komandi oljuvinnu, og segði hon, at hon ætlar sær til Føroyar við Atlantsflog komandi mikudag, tá hon skal á vitjan á Tvøroyri. Formaðurin í Sola kommunu handaði Magna Arge eitt víkingaskip við norskum flaggi í húnarátt, sum takk fyri nýggju farleiðina.
Norðmenn fingu eisini gávur frá føroyska flogfelagnum, og var talan her um flaggstong við føroyskum flaggi standandi á hørðum basaltfóti. Hetta skuldi vera ímynd fyri, at skjótt skulu føroyingar at bora gjøgnum hørðu basaltundirgrundina eftir virðismiklu oljuni.
Í tryggum hondum
Eftir stutta steðgin í Noreg varð leiðin løgd heim aftur móti føroya klettum. Við umborð vóru nú eisini gestir frá norsku ferðavinnuni, ið skulu marknaðarføra loftleiðina til Føroya fyri norðmonnum. Og ferðafólkini vóru í tryggum honum. Tí aftan fyri rórið sat flogskiparin Hans Hansen, ið hevur drúgvar royndir í luftini, bæði í Noregi og í Føroyum. Flogfarið lendi í Vágum klokkan eitt korter til fimm mikudagin, og í land komu nakrir væl nøgdir gestir eftir ein væleydnaðan túr í Noreg við føroyska stoltleikanum, Atlantsflog.