- Við hesum nýggja barnagarðinum fara vit at kunna veita borgarunum enn eina tænastu, sigur Tordur Niclasen, formaður í mentanarnevndini í Eiðis kommunu.
Í mong ár hevur verið arbeitt við eini slíkari ætlan, men fyrst um eitt ár verður hetta málið umsíðir loyst úr lagdi.
Tordur Niclasen er fult greiður um, at mong kanska hava ótolnast eftir eini slíkari loysn. Men tað hevur eisini havt sína orsøk:
- Vit valdu at bíða til tær fíggjarligu fortreytirnar vóru til staðar. Og tað eru tær altso nú.
- Okkara kommuna skal framvegis verða væl stýrd. Tí ynsktu vit ikki at lána okkum út á sjógv, men fremja arbeiðið nú fíggingin er tøk, sigur Tordur við Sosialin.
Á fundinum í gjárkvøldið tók bygdaráðið av einum tilboði frá Fjarðahúsum í Kollafirði um bygging av barnagarðinum. Hann verður umleið 650 fermetrar stórur og kostar 8 mió kr., tá alt er íroknað.
Nýggi barnagarðurin á Eiði kemur at standa á einum øki tey nevna niðri á Hólmanum.
Á hesum øki er sjálv planeringin longu gjørd, og tí er klárt hjá teimum í Fjarðahúsum at fara undir arbeiðið sum skjótast.
Gott tilmæli
Arbeiðið við at fyrireika barnagarðin á Eiði hevur annars vart í nøkur ár.
Tað byrjaði við at ein arbeiðsbólkur varð settur at fyrireika ein slíka bygging. Bólkurin kom við einum sera væl úr hondum greiddum tilmæli, og nú verður tað so veruleiki.
Hesin arbeiðsbólkurin mælti eisini til at leggja barnagarðin niðri við Hólmarnar. Og tað hevur bygdaráðið eisini tikið til eftirtektar.
Í nánd av nýggja barnagarðinum er sambýlið Korndalsbýlið, og tí fær ein her helst møguleika fyri einumhvørjum samstarvi í framtíðini.
Sum skilst er ætlanin at bjóða verandi dagrøktarum á Eiði arbeiði á nýggja stovninum.
Trekkplástur
Á Eiði hevur barnaansingin altíð havt høga raðfesting, og tí er bíðilisti eftir ansingarplássi eitt ókent fyribrigdi. Hetta stigið við barnagarðinum er enn eitt stig á hesi somu leið.
Kommunan seldi herfyri fleiri grundøki í Svínáum, og fyrireikar í løtuni útstykkingar bæði á Eiði og í Svínáum, ið eisini er partur av Eiðis kommunu.
- Tað eru nógv sum spyrja seg fyri um grundøki í kommununi og samstundis fregnast eftir, hvussu er við barnaansingini.
- Eingin ivi er um, at tíðin krevur ein slíkan barnagarð. Hetta fer helst at verða eitt eyka trekkplástur fyri Eiðis bygd, sigur Tordur.