- Eins og undanfarin ár, er møguligt hjá borgarum í Eiðis kommunu aftur í ár at leiga lendi til at velta á. Allir borgarar í kommununi, sum hava hug at velta eitt hvørt til matna, kunnu leiga veltur frá kommununi.
Kommunan eigur nakað av lendi, sum ikki verður brúkt.
- Partur av hesum lendi skal gagna borgarunum í kommununi. Talan er um leiguveltur. Økið, sum talan er um, er uppi á Grind á Eiði. Um eftirspurningur er, verða økir í Svínáum og við Ljósá eisini ávíst.
Í Eiðis kommunu siga tey, at ein velta kann leigast fyri hvørt húski.
- Um áhugi er fyri hesum, kunnu borgarar í kommununi seta seg í samband við Eiðis kommunu á telefon 200400 - ella við at senda ein teldupost til eidi@eidi.
Lagt verður aftrat, at tað ber eisini til at melda seg til leiguveltu um heimasíðuna hjá kommununi - www.eidi.fo










