Tað eigur at vera lættari at sleppa av við tómar fløskur og tóm blikk.
Tað heldur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, og nú spyr hann Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, hvat hon ætlar at gera við tað.
Tá ið øl og sodavatn verður keypt, verður samstundis pant goldið fyri fløskuna, ella blikkið, ein tveykróna, ella har á leið, fyri tey minnu íløtini og nakað meiri fyri tey størru.
Men tað er so sum so, hvussu tað gongur at savna alt tey tómu íløtini inn aftur og Jørgen Niclasen sigur, at beint fyri jól í fjør upplýsti Umvørvisstovan, at tá vóru so nógv einnýtisíløt ikki latin inn aftur, at tað svaraði til 20 milliónir krónur í panti
Bara í 2014 vórðu 9,3 milliónir einnýtisíløt seld og tá vórðu 87 prosent av teimum latin inn aftur. Fyri árið 2014 merkir tað sostatt, at 1,2 millión íløt ikki eru komin innaftur.
Jørgen Niclasen sigur, at tað er upplýst, at tað eru 12 fyritøkur, sum hava fingið loyvi at innflyta, framleiða og selja drykkir í einnýtisíløtum. Talan er um tey bæði bryggjaríini, umframt 10 heilsølur og handlar.
Men har stendur ikki, hvussu nógv hvør fyritøka hevur fingið av teimum 20 milliónunum, sum viðskiftafólk hava goldið í panti, men sum tey ikki hava fingið aftur, tí íløtini eru ikki latin inn aftur.
Tí vil Jørgen Niclasen eisini hava at vita, hvør hevur fingið peningin,
Hann vísir á, at umstøðurnar at lata tómar fløskur og blikk, eru vánaligar tí tað er vanligt, at handlar bara taka ímóti íløtum, teir sjálvir hava selt.
- Tað er skiljandi, tí handilin veitir okkum eina tænastu fyri einki, meðan heilsølan fær vinning av ikki innafturlatnum íløtum.
Jørgen Niclasen heldur, at fingu handlarnir ein part av pantinum í samsýning fyri ómakin at taka ímóti íløtunum, fer tað at loysa seg hjá øllum handlum at taka ímóti øllum íløtum. Og tí spyr hann Sirið Stenberg, um ætlanin er at broyta skipanina soleiðis at allir handlar vilja taka móti øllum íløtum, so øll seld einnýtisíløt verða latin inn aftur.