Tíðindaskriv:
Ein av teimum vanligastu amatørmyndunum í okkara tíð, selfie-motivið, vaks í tali so hvørt sum myndatólið í fartelefonum gjørdist vanlig. Selfie-myndin hevur sín uppruna í myndlistini "sjálvsmynd", sum hevur verið eitt afturvendandi motiv hjá listafólkum í nógvar øldir.
Í framsýningini "Sjálvslag" hava limir í Føroyska Listafelagnum átikið sær uppgávuna at skapa nýggj verk í framhaldi av fornu siðvenjuni við sjálvsmyndini og við íblástri frá selfie-bylgjuni skapa tey nútímans útgávur av "sjálvsmynd”.
Fernisering er leygardagin 14. juni kl. 16-18
Gallarí Havnará
14. - 24. juni
kl. 16-18