Nú er spurningurin svaraður, hvør hin málverjin verður hjá FC Fredericia, sum er nýtt felag í donsku superliguni.
Sæð frá føroyskum sjónarhorni er spurningurin áhugaverdur, tí Mattias H. Lamhauge er málverji í Fredericia. Síðsta kappingarár var Mattias H. Lamhauge fyri tað mesta á beinkinum, tí Valdemar Birksø var málverji. Tá ið hann varð seldur til Frederikstad í Norra ljóðaði, at FC Fredericia fór at finna nýggjan málverja, sum Mattias H. Lamhauge skuldi kappast við, og nú er tað greitt, hvør hesin málverjin er.
Talan er um 21 ára gamla Ovie Ejeheri, sum felagið hevur leigað í FC Midtjylland. Hann hevur røtur í Nigeria og Uganda og er uppvaksin í Onglandi, har hann hevur spælt fótbólt á U-18 og U-21 liðnum hjá Arsenal.
Í juli 2024 skrivaði hann undir fimm ára sáttmála við FC Midtjylland, sum nú hevur útleigað hann til FC Fredericia.
Í Fredericia lata teir væl at nýggja kappingarneytanum hjá Mattiasi H. Lamhauge:
-Talan er um búnan málverja, sum er stinnur millum stólparnar og góður í uppspælinum. Hóast hann er ungur, so hevur hann nógvar royndir í Arsenal og eisini í finskum fótbólti, og við fysisku og teknisku førleikunum og nógvu royndunum verður hann heilt víst ein fongur fyri okkum fyrsta árið í superliguni, sigur Stig Pedersen, sum hevur ítróttarliga ábyrgd í FC Fredericia.
Fyrsti dysturin hjá FC Fredericia í superliguni verður á heimavølli. Sunnudagin 20. juli klokkan 13 verður FC Nordsjælland gestur í Fredericia, og so fæst at síggja, um tað verður Mattias H. Lamhauge ella nýggi maðurin, sum fer at verja málið.