Eiga at hava fría fosturtøku

- Vit eiga at hava fría fosturtøku í Føroyum. Tað heldur landsnevndin hjá Unga Tjóðveldi, sum hevur viðgjørt evnið og hevur sent skriv til miðlarnar. Í skrivi boðar politiska ungmannafelagið frá, at føroyska kvinnan skal sjálv sleppa at velja, um hon vil hava fosturtøku ella ikki.

- Landið eigur at stuðla kvinnuni og at gera sosialu umstøðurnar so frægar, at hon trygt kann gera av at gjøgnumføra barnsburðin - ella at fáa fosturtøku, sigur felagið.

Unga Tjóðveldi hartar samstundis almennu myndugleikarnar, sum loyva nøkrum av teimum, sum arbeiða virkið móti fríari fosturtøku, at sleppa framat.

- Vit eiga at tala at felagsskapum sum Føroya Pro Vita, sum uttan mótmæli sleppa at leggja faldarar við upplýsingum um fosturmenning, har nógvar av upplýsingunum ikki eru vísindaliga eftirfarandi.

Felagið vísir á, at hesir faldarar verða lagdir undir liðina á eftirfarandi tilfari um heilsu, heilivág og sjúku, eitt nú á apotekum og inni í bíðirúmum hjá læknum.

- Slíkir faldarar eru átrúnarliga/moralistiskt grundaðir ? og ikki læknafrøðiliga, skrivar landsnevndin hjá Unga Tjóðveldi millum annað í skrivinum.