Í einum opnum skrivi til Strandferðsluna og Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, heitir Maud Wang Hansen, forkvinna í Heilafelagnum, á myndugleikarnar um at syrgja fyri, at fólk við rørslutarni fáa sama møguleika at ferðast sum onnur.
Áheitanin er send í samband við, at fleiri konfirmantar skulu fermast í Nósly Kristihimmalferðardag.
Eftir ætlan røkir Sildberin farleiðina tá, tí Ternan røkir Sandoyarleiðin, meðan Teistin er á beding. Tað metir forkvinnan í Heilafelagnum ikki vera nóg gott.
- Sum forkvinna í Heilafelagnum, heiti eg inniliga á Strandferðsluna og landsstýrismannin í samferðslumálum um, at syrgja fyri at Kristihimmalferðardagur hin 5. mai 2016 ikki verður ein dagur, har fólk við rørslutarni mugu setast aftur og ikki kunnu luttaka saman við sínum nærmastu, nú konfirmatiónir eru í Nólsoyar kirkju. Heitt verður á Strandferðsluna um, at syrgja fyri, at hóskandi skip er á leiðini millum Havnina og Nólsoynna so fólk við rørslutarni sleppa aftur og fram, um ikki annað so bert tveir túrar, ein fyrrapart og ein seinnapart.
Til ber at lesa alt skrivið frá forkvinnuni í Heilafelagnum við at trýsta á her.