EIK: Útiloka ikki fleiri uppsagnir

Regin Hammer, forstjóri í TF Holding kann ikki avvísa, at fleiri uppsagnir eru ávegis í EIK Banka. Í morgun hevur EIK sagt 14 fólkum úr starvið, og hesar uppsagnir raka í størsta mun høvuðssæti Yviri við Strond.

Eisini veru deildirnar í Gøtu og Sørvági niðurlagdar. Kundar og kundaráðgevar verða fluttir til ávikavist Fuglafjarðar og Miðvágs.

Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik sigur, at hetta var ein neyðug tillaging, nú virksemi hjá bankanum er minkað.

Regin Hammer, forstjóri í TF Holding, sigur við Rás2, at hann kann ikki útiloka, at fleiri uppsagnir eru ávegis. Hann sigur í stuttari viðmerking við Miðlahúsið, at tað er møguligt, at fleiri rationalisering kunnu koma, tá ið nýggja leiðslan er funnin.