Eiler Jacobsen deyður

Í morgun andaðist Eiler Jacobsen, fyrrverandi skipari og reiðari, 80 ára gamal.

Eiler Jacobsen varð lagdur undir skurð fyrr í vikuni, og hóast útlitini vórðu søgd at vera góð, andaðist hann í morgun.

Eiler Jacobsen vaks upp í Skálavík, hagar mamman - sum gjørdist einkja, tá sluppin Immanuel gekk burtur í 1932 - giftist, tá hann var smádrongur.

Hann byrjaði sum fiskimaður og endaði sum sildakongur - sum skipari og reiðari og legði grundarlagið undir uppsjóvarflotan, sum gjørdist eitt satt gullnám.

Eiler Jacobsen giftist við Beintu Háberg í 1962, og eiga tey børnini Sámal, Hjørdis, Petur og Eiler.

Kistan við Eiler Jacobsen fer úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Ebenezer í Havn leygardagin klokkan 13.