Eilif og Ivan fáa svarið í postinum mánadagin

Fríggjadagin sendi Landstýrismálanevndin sína endaliga niðurstøðu í postinum til fyrrverandi landsstýrismenninar Eilif Samuelsen og Ivan Johannesen

Niclas Johannesen


Stutta løtu eftir hoyringina hósdagin, kom landsstýrismálanevndin fram til eina endaliga niðurstøðu í málinum um aling á Vatnsnesi.

Í gjár, fríggjadagin, varð endaliga niðurstøðan send við postinum. Ongin útbering er leygardag, so fyrrverandi landsstýrismenninir Eilif Samuelsen og Ivan Johannesen skulu rokna við at fáa svarið mánadagin.


Long hoyring

Hósdagin royndu Eilif Samuelsen og Ivan Johannesen at sannføra landsstýrismálanevndina um, at teirra fyribilsniðurstøða í hesum máli er óbrúkilig. Hoyringin vardi frá klokkan 10 á morgni til klokkan 17 seinnapartin.

Spurningurin er, um Eilif Samuelsen, táverandi landsstýrismaður í alimálum, og Ivan Johannesen, táverandi landsstýrismaður í umhvørvismálum, gjørdu nakað ólógligt, tá teir góvu partafelagnum Hovsá loyvi at ala á Vatnsnesi.

? Nei, siga Eilif og Ivan.

? Jú, tað gjørdu tit, var fyribilsniðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini. Nevndin hevur í hesum máli leitað sær hjálp frá bæði føroyskum og donskum løgfrøðingum.


Skjót niðurstøða

Hósa langa hoyring hósdagin, so kom landsstýrismálanevndin skjótt til eina endaliga niðurstøðu, longu stutt aftan á hoyringina hósdagin, har eisini núverandi landsstýrismenninir Finnbogi Arge (alimál) og Eyðun Eltør (umhvørismál) vóru inni á gátt.

Kristian Magnussen, ið virkar sum formaður í landsstýrismálanevndini í hesum máli (Edmund Joensen er inhabilur, tí hann var løgmaður um hetta mundið), vil onki siga um, hvør niðurstøðan er.

Mánadagin kenna landsstýrismenninir ið hvussu er svarið.