Tá Ólavur Olsen var smádrongur plagdu hann, beiggi hansara Líggjas og nøkur systkinabørn at hava konsertir á loftinum hjá ommuni. Atgongumerki vórðu býtt runt niðri í stovuni, har tey vaksnu vórðu bjóðað til konsert ein hálvan tíma seinni. Og so spældu tey ymisk smástykki, sum tey hildu vóru góð.
Í dag er Ólavur 26 ára gamal, og tónleikurin fylgir honum enn. Konsertirnar á loftinum hjá ommuni eru fækkaðar, men hinvegin, so kann hann nú kalla seg klassiskan trompetspælara við pappírum frá klassiska Konservatoriinum í Århus. Eftir fimm og eitt hálvt ár í jútska stórbýnum er hann nú fluttur heimaftur til Føroya í eina tíð.
? Tað er ov stressandi at vera føroyskur tónleikari í Danmark, og ikki hava fingið fótin innum nakrastaðni. Århus er eisini ov lítil sum býur. Her býr ein lítil hálv millión og helvtin av teimum spæla trompet, sigur Ólavur skemtandi, men skundar sær at leggja afturat. - Okay, kanska ikki helvtin, men her eru rættiliga nógvir trompetspælarar.
Ólavur sigur, at hann skal til Føroya at slappa av og finna útav, hvat síðani skal gerast.
Popp og klassiskt
Ólavur Olsen er ongin ársungi innan tónleik. Hann er gamal í garði í Havnar Hornorkestri og hevur eisini verið við í Symfoniorkestrinum, umframt tað hevur hann spælt í fleiri bólkum. Tað nýggjasta er helst Take Off, ein bólkur við mest føroyskum tónleikarum í Århus. Eisini var hann við til Prix Føroyar fyrst í hesum árinum við bólkinum Blív, har bróðurin, Líggjas, millum annað eisini var við.
? Sjálvt um eg havi eina klassiska útbúgving, so spæli eg eisini nógvan popp. Og umframt trompet, so spæli eg eisini klaver, so eg kann eisini brúkast í popp-sambandi, greiðir Ólavur frá, sum tó undirstrikar, at hann ikki er nakar snillingur á klaveri.
Hann sigur seg ikki tíma at spæla við Symfoniorkestrinum.
? Í symfoniorkestrinum ert tú ein partur av eini maskinu, sum bara skal passast til. Eg vil vera fríur til mítt egna.
Black Dyke Mills Band
Sum barn hevði Ólavur ein heldur óvanligan dreym. Aðrir dreingir vilja sum oftast vera brandmenn ella politistar, men Ólavur hevði heilt aðrar ætlanir.
? Eg skuldi ganga á tónleikakonservatoriinum, og so skuldi eg spæla við Black Dyke Mills Band í Onglandi. Har skuldi eg vera prinsipalur. So skuldi eg giftast við eini franskari modell, sum hevði eitt gallarí, minnist Ólavur, sum heldur seg hava verið um 10 ára gamlan,
tá hann hevði hetta arbeiðsynskið.
Ólavur ásannar tó, at í og við útbúgvingini hevur hann funnið útav, at klassiskt er ikki júst hansara koppur av te.
? Systkinabarnið hjá mær Andrass (Olsen, blaðkv.) hevur altíð verið málrættaður. Tað havi eg ongantíð verið. Aftaná student arbeiddi eg eitt ár á Café Natúr. Tá Andrass so spurdi meg um eg ikki fór at søkja inn á konservatoriið helt eg, at eg kundi royna, fortelur Ólavur.
Hann varð upptikin við einum góðum úrsliti, so nú var ikki annað enn at royna.
Tónleikafamilja
Tað slepst ikki undan, at nógvur tónleikur og tónleikarar eru í familjuni hjá Ólavi.
? Pápi mín, pápabeiggjar, beiggi mín og systkinabørn hava øll okkurt við tónleik at gera. Tónleikur hevur altíð verið har. Eg havi verið í hornorkestrinum alla mína tíð, og hvørja ferð eg havi verið heima í feriu, so havi eg spælt í hornorkestrinum.
Eitt, sum Ólavur leggur stóran dent á er, at hann ikki "bert" er ein klassiskur tónleikari.
? Eg vil heldur kalla meg sjálvan ein "all-around" tónleik-ara, sum kann brúkast í øllum sambondum.
Fyllir nógv
At tónleikurin hevur ein stóran leiklut í lívinum hjá Ólavi er ikki yvir at dylja. Hann vil sjálvur vera við, at hann kanska fyllir alt ov nógv.
? Eg lurti nógv eftir tónleiki. Eg venji hvønn dag, sjálvur ella við orkestri, so tónleikurin fyllir nógv í mínum dagligdegi. Tónleikur og eg eru sum fótur og hosa. Vit hava altíð fylgst og tað fara vit altíð at gera. Um tað verður professionelt ella av áhuga er líkamikið. Tað er bara ein ov stórur partur av mær at leggja til síðis. Spurningurin er bara undir hvørjum umstøðum tónleikurin fer at vera ein partur av mær.
Verkætlanir
Arbeiðið sum verkætlanir er nakað av tí, Ólavur trívist best við.
? Mær dámar best at arbeiða við verkætlanum. Eg havi ofta hug til at hugsa um nógv onnur ting, í eina tíð. Tað er skjótt at stara seg blindan og liva í síni egnu bløðru. Eg eri forvitin av natúr, og vil tí allatíðina vita, hvat øll onnur gera. Men um tú hevði spurt meg, hvat eg geri um fimm ella tvey ár, so veit eg als ikki. Tað kann vera alt frá kommunumanni til sjómann og tónleikara.
Men aftur til verkætlanirnar.
? Eg gevi mest av mær sjálvum tá eg arbeiði við verkætlanum. Og tað er eisini tað, mær dámar best, greiðir Ólavur frá.
Millum annað var hann við í einum ungdómsorkestri, sum æt European Youth Jazz Orchestra, sum ferðaðist runt í Evropa og spældi big-band tónleik.
? Eg var hatta big band-ið í tríggjar vikur.
Eisini vísir hann á tíðina, tá fløgan hjá Take Off, "Blandað bomm fyri rest" varð tikin upp. Tað var eitt langt tíðarskeið, sum Ólavur sigur verða stuttligt, og tá eitt slíkt tíðarskeið verður í heiminum hjá Ólavi brúkt til fulnar.
Heim til Føroya
Eftir at hava verið í Århus í meira enn fimm ár er Ólavur nú fluttur heim aftur til Føroya. Nakað, sum hann altíð hevur ætlað sær, eftir lokna útbúgving.
? Ætlanin er at vera her í eitt ár. Tá eg eri í Føroyum, so eri eg róligur og fokuseraður. Og tá havi eg eisini lættari at síggja, hvat eg vil. Í Århus gongur ein og melur í sínum egna lítla garði og er á ein hátt steðgaður upp. Her hendir ikki so nógv, sum eg haldi, at eg havi brúk fyri, sigur argjamaðurin, sum tó leggur afturat, at tað nú ikki er einstýðandi við, at tað endiliga hendir so nógv í Føroyum, ið hann hevur brúk fyri. Men at tað er lættari at vera heima.
Nakrar verkætlanir liggja eisini á borðinum. Men nær tær verða førdar út í lívið veit hann onki um at siga enn.
Onnur snýr seg um eina undirvísingarbók fyri messingljóðføri. Tað er í øllum førum ein tanki, Ólavur hevur spælt sær við. Hin er ein fløga við trompettónleiki, sum føroyskir tónleikarar hava skrivað.
? Nær, hvar og hvussu veit eg onki um enn. Vegurin er ógreiður, og eg taki nógvar síðuvegir. At leggja eina ætlan yvir gongdina er ikki rættiliga mín sterka síða.
Ætlanin er als ikki at steðga í Føroyum restina av lívinum nú útbúgvingin er lokin. Ólavur ætlar sær út í heimin at ferðast, men fyri fyrst verður steðgað á heima á klettunum, sum skulu nýtast sum ein platformur fyri at síggja umheimin eitt sindur klárari.
????????????????
HANDAN TÓNLEIKARAN:
Hvat etur tú til morgunmat? Eg eri eitt b-menniskja, so tá eg komi upp, so má eg hava eina kannu av kaffi og eina sigarett áðrenn eg fari í gongd. Um eg síðani eri svangur, so hyggi eg í kuldaskápið.
Hvat slag av tannkrem brúkar tú? Zendium
Hvat nummar brúkar tú í skóm? 43
Um tú skuldi valt eitt stað at búð restina av lívinum, hvar hevði tú so búð? Paris
Ræðist: Eiturkoppar, meg sjálvan viðhvørt og býttar verðinsleiðarar
Um eg ikki var tónleikari: Ja, so var eg kanska journalistur. Eg eri ógvuliga forvitin av natúr