Á Tonik, sum verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn 12.maj, fer serfrøðingurin innan tilgjørt vit, Katie King at hava ein fyrilestur um júst hetta evnið. Hon fer at greiða nærri frá, hvussu vit kunnu gagnnýta tilgjørt vit og soleiðis brúka til okkara fyrimun.
Katie King er rithøvundur, fyrilestrarhaldari og ráðgevi innan eitt nú tilgjørt-vit, marknaðarføring og brúkarauppliving (CX). Fyrr í ár fekk hon forkunnugt pláss á “Top 10 AI influencers” listanum. Harumframt hevur hon 30 ára royndir innan ráðgeving og hevur vegleitt einum ótali av leiðandi skúlum og fyritøkum. Eitt nú Accenture, Virgin og Microsoft. Harumframt hevur Katie King útgivið tvær bøkur, sum báðar hava fingið nógva umrøðu og eru umsettar til fleiri mál.
Katie er limur í arbeiðsbólkinum UK Government All-Party Parliamentary Group (APPG), eins og hon er nevndarlimur í AI and Ethics Journal.
Í 2020 byrjaði hon eitt undirvísingarskeið, Leaders of Tomorrow, sum er ætlað ungum, serliga gentum, at læra, hvussu STEM og AI fer at ávirka teirra framtíðar yrkisleið.
Í næstum fer hon til World Speaker Market Afrika í Cape Town, har hon fer at viðgera árinini, sum AI hevur á ferðavinnu.
Við Katie King, sum ein av fyrilestrarhaldarunum á Tonik, er talan tí um ein serfrøðing innan kanska heitasta evnið í løtuni – tilgjørt vit.
Serstaki møguleikin at hoyra Katie King verður á Tonik í Silo tann 12.mai.
Tonik er nýggja, slóðbrótandi og altjóða KT- og listaráðstevnan, sum vinnuframapartarnir Hugskotið, Íverksetarahúsið, Vinnuframi, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipa fyri. Sí skrá og meira kunning á www.tonik.fo