Barack Obama, forseti, sigur, at rúmdarmaðurin Neil Armstrong, sum doyði í gjár, er ein av teimum størstu einstaklingunum í amerikonsku søguni.
-Neil Armstrong taldist millum tær størstu amerikonsku hetjurnar, sum hava livað - ikki bara í okkara tíð, men yvirhøvur, skrivaði Obama í einari fráboðan í gjárkvøldið.
Neil Armstrong var fyrsti maður maður, sum setti fótin á mánan, har hann var saman við starvsfelaganum Buzz Aldrin. Tey fóru á mánan við farinum Eagle, meðan Michael Collins var eftir í Columbia.
-Teir fóru út at vísa heiminum, at tann amerikanski andin kann røkka út um tað, sum er óhugsandi, og at við viljastyrki og hugflogi letur alt seg gera, skrivar Obama í heilsanini til Armstrong og hinar báðar Apollo 11-menninar.
Neil Armstrong var 82 ára gamal, nú hann doyði.