Ein býur í Onglandi eitur Hook

Í Hook verður eisini heitt á fólk um at koyra varliga Um vikuskiftið hava serlig ferðsluskelti staðið framvið innfaringarleiðini til Klaksvíkar, har heitt verður á bilførarar um at ansa eftir tí stóra húkinum, sum er á rundkoyringini.

Húkurin er vorðin fremsta ímyndin av Klaksvík. Í landslutinum Hampshire í Suður-Onglandi finst ein býur, har húkurin er meir enn bert ein ímynd. Húkurin er sjálvt navnið á býnum. Tí býurin eitur nevnliga Hook (Húkur).

Tá fólk koma til Hook, so er tað fyrsta tey síggja eitt skeltið, har heitt verður á tey um at koyra varliga. Júst sum í Klaksvík.

Eisini tá tað kemur til íbúgvaratalið í Hook, ber til at samanbera við Klaksvík. Tað búgva umleið 7.000 fólk í Hook.