Lesur tú føroyskar bøkur?
- Ja, eg lesi føroyskar bøkur, men í seinastuni havi eg lisið nógv siðsøguligt tilfar, greinar og tíðarrit í samband við bókaarbeiði, fyrilestrar og annað.
Tað sigur Sólgerð Andreassen.
Hon vísir á, at tað koma nógvar góðar føroyskar bøkur út, sum hon kundi hugsað sær at lisið.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Á náttborðinum liggur bókin “Prins Harry Reserven”, sum eg keypti á einum flogvølli á veg heim. Undir henni bíða "Tornfuglarnir" 1 og 2 eftir Collen McCullough, sum eg fann á netinum.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Ein bók er ein góð jólagáva, sum altíð er kærkomin, og her er nógv at velja ímillum, eitt nú nýggja bókin hjá Rakel Helmsdal, “Toran gongur”, "Karmageitin" og "Gentukamarið" hjá Marjun Syderbø og nógvar aðrar, sigur Sólgerð Andreassen.