Ein Dagur á Grynnuni er nú ein grunnur

“Ein Dagur á Grynnuni” er nú stovnaður sum grunnur. Tað skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag. Tiltakið “Ein Dagur á Grynnuni” er í dag partur av einum nýstovnaðum ikki-vinnurekandi grunni.

- Endamálið við hesum grunnið er, at virka fyri útbreiðan og kunning um føroyskt fiskatilfeingi. Stigtakarirnir, ið eisini manna fimmmanna nevndina, eru: Hávarður Enni, Bogi Andreasen, Kári Sørensen, Birgir Enni og Mikael Viderø, siga fyrireikararnir. 

Tiltakið verður um vikuskiftið í Tórsgøtu í Havn. Stigtakararnir siga seg vera spentir at fara undir arbeiðið at menna tiltakið.

- Fyrst fyri hjá nýggju nevndini liggur Ein Dagur á Grynnuni tiltakið, sum verður nú leygardagin 5. mai í Tórsgøtu, Vágsbotni og undir Bryggjubakka frá kl 10-17, og er nevndin sera spent at taka ímóti vitjandi. Meira kunning um tiltakið fæst á Facebook siðuni, “Ein Dagur á Grynnuni”, siga teir í tíðindaskrivinum.