Í gjárkvøldið hevði Diabetesfelagið aðalfund og nevndin, sum sat frammanundan, heldur fram. May-Britt Skoradal, Birita Samuelsen, Allan Terji Skaalum, Mourits Joensen og Marna Ingeborg Hentze fara nú at skipa seg.
May-Britt Skoradal, sum síðani 2016 hevur verið forkvinna í felagnum, segði i ársfrásøgnini, at fyrireikandi arbeiðið hjá samgonguni at fáa eina føroyska diabetesmiðstøð setta á stovn í Føroyum er byrjað.
Hon greiddi limunum frá, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur boðið Diabetesfelagnum at vera við í einum arbeiðsbólki, har umboð fyri Heilsumálaráðið, Novo Nordisk-grunnin og fakfólk á økinum eisini eru umboðað.
- Hetta er eitt sera gott høvi hjá fólki við diabetes at fáa ávirkan á hetta týðandi mál, sigur May-Britt Skoradal.
Uppmøtingin var góð til aðalfundin í Megd-húsunum í Havn.
- Pál Weihe hevði áhugaverda framløgu um koronusjúkuna og diabetes, og Kristiana Rein greiddi eisini frá um hjálparátakið, Life for a Child, sum hevur til endamáls at lata insulin til fátæk børn og ung úti í heimi, siga tey í Diabetesfelagnum í tíðindaskrivi.
Á aðalfundinum varð nýggja búmerkið hjá felagnum víst fram.