- Ein dreymur at koma á landsliðið

Tað sigur Ári Mohr Jónsson, sum hevur úr at gera nú hann bæði skal til próvtøkur og skal við A-landsliðnum.

 

Tað er nógv broytt í lívinum hjá Ára Mohr Jónsson seinastu mánaðirnar. Hann er farin frá at verða á eykaliðnum hjá Silkeborg til at spæla í Superliguni. Nú hevur hann eisini fingið landsliðsboð.

 

- Tað hevur tað gingið rættuliga skjótt fyri seg, serliga seinastu tíðina. At tað so røkkur til eina landsliðsútøkku eri eg sjálvandi fegin um. Hetta er ein dreymur, sum nú er blivin til veruleika. Tað er eitt stórt fet víðari í mínari yrkisleið. Eg eri sjálvandi eisini sera fegin um, at hava fingið møguleikan, at umboða føroyska A-landsliðið, sigur Ári Mohr Jónsson við portalin.

 

Ári gongur á Silkeborg Handelsskole og verður liðugur nú í summar. Hann skal til próvtøkur í næstum.

 

- Tað er klárt at tað er truplari at fáa tingini til at hanga samman, tá eg í løtuni skal upp til nakrar próvtøkur, tí eg verið liðugur við skúlan í summar. Vit fáa tingini at hanga samman, men eg verið noyddur at flytta nakrar próvtøkur, tá fótbólturin og skúlin koma upp á tvørs av hvørjum øðrum, greiður Ári frá.

 

Støðan er tó ikki nýggj fyri vinstra bakkin, sum árini í Handilsskúlanum fyrr hevur havt nógv at gera.

 

- Síðani eg byrjað á fótbólt college fyri skjótt trimum árum síðani, havi eg altíð haft nógv at gjørt, so hetta er ikki ein ókend støða fyri meg. Skúlin hevur eisini altíð víst stórt forstáðilsi fyri at geva mær møguleika at luttaka á venjingarlegum og í landsliðshøpi, sigur Ári Mohr Jónsson at enda.

 

Føroyar skulu spæla móti Írlandi og Svøríki í hesum mánaðinum.

 

Mynd: (www.silkeborgif.dk) Ári Mohr Jónsson(t.h) í nærdysti fyri Silkeborg