Skal tað gerast, so skal tað gerast ordiligt.
Orðini eigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovu, nú orðaskifti um eina nýggja lønarskipan er í hæddini. Áðrenn Bárður Enni gjørdist stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovu, arbeiddi hann fyri helvt av 90-árunum hjá medisinalfyritøkuni Novo Nordisk, sum hevur avriksløn fyri øll starvsfólk. Frá ovasta leiðara og heilt niður á gólvið.
? Skipanin var góð. Málini fyri hvørt starvsfólk vóru sett fyri eitt ár í senn, og eg upplivdi tað ógvuliga positivt. Tað var ótrúliga spennandi og eggjandi, at tú vart mettur fyri tíni avrik. Tú setti tær sjálvum mál saman við leiðsluni, og møguleiki var fyri at fáa nógv eyka í løn. Tað var kanska hart, men eisini rættvíst, sigur Bárður Enni.
Tveir streingir
Skipanin hjá Novo Nordisk kallast APIS, ið stendur fyri Annual Performance Improvement System. Nøkur mál verða sett fyri hvønn einstakan persón í risastóra felagnum fyri hvørt ár. Tað verður gjørt við eini starvsfólkasamrøðu.
Talan er um tvey sløg av málum: Forrætningsmál og førleikamál. Forrætningsmálini snúgva seg um ítøkilig úrslit, sum skulu náast. Førleikamálini eru bleytari og snúgva seg persónligar eginleikar, førleikar, ábyrgd og annað.
Hjá leiðsluni kundi eitt forrætningsmál vera, at felagið skuldi vinna ávísan part av marknaðinum á einum ávísum øki. Síðan var farið niður ígjøgnum deildirnar og krøv vórðu sett til hvønn einstakan.
Soleiðis kann eitt mál fylgjast gjøgnum skipanina, og avgjørda kravið er, at ein menning alla tíðina skal henda. Fyri at røkka málunum kann vera neyðugt, at leiðslan setir pengar av, so førleikin verður skaptur at røkka málunum.
? Eg fekk eitt forrætningsmál, sum eg ikki hevði førleika til at gjøgnumføra. Eg fekk læring á økinum, so eg kláraði uppgávuna. Sostatt er hetta ein give-and-take skipan, sum er mennandi bæði fyri arbeiðsplássið sum heild og tann einstaka, sigur Bárður Enni.
Hørð skipan
Skipanin var ikki fyri sartar sálir, viðgongur Bárður Enni.
? Skipanin var hørð, men opin og rættvís. Endamálið við skipanini er, at hon skal føra til framburð. Tey, sum ikki megna málini, sum eru sett, verða sett undir lupp. Tað fingu tey at vita, og avleiðingin kundi vera, at veik lið vóru uppsøgd, sigur Bárður Enni.
Í árligu starvsfólkasamrøðuni varð mett um avrikini síðsta árið og samstundis verður næsta árið sett í kortið.
? Hevði tú gjørt eitt gott avrik í einum ári, kundi tú fáa frá einari upp í fleiri mánaðarlønir eyka. Nøkur skoraðu kassan, men hinvegin merkir tað sjálvandi, at nøkur fingu minni í løn. Um onkur kendi seg órættvíst viðfarnan, so kundu tey fara longur upp í skipanina við málinum, sigur Bárður Enni.
Tað ljóðar sum ein skipan, ið elvir til sjálvdrátt, men Bárður Enni leggur dent á, at fyri at tú skuldi megna ávísar uppgávur, var tað eitt krav, at tú gjørdi nýtslu av øðrum fólkum við førleika. Sostatt var eisini talan um at uppbyggja samstarvsbólkar fyri at náa málunum, sigur Bárður Enni.
Orka setast av
Skipanin virkaði væl, heldur stjórin á Heilsufrøðiligu starvsstovu, og hann dugir ikki at síggja, hví tað ikki skal bera til at gera ein føroyska skipan, ið byggir á somu prinsipp. Men tað skal gerast ordiliga.
? Skal ein slík skipan virka, skal nógv orka setast av. Fólk hava 1000 onnur ting av taka sær av, og tí má orka setast av at fyrireika eina skipan við avriksløn. Skal ein slík skipan virka, skal onkur alla tíðina menna hana. Tað er alneyðug, at menning av tí einstaka er innbygd, og at gjøgnumskygni er í skipanini. Annars er tað ógjørligt, sigur Bárður Enni.
Sambært Bárði Enni skal samlaði lønarsummurin ikki økjast, fyri tað um farið verður til avriksløn. Tað merkir, at skulu nøkur fáa meiri, mugu onnur fáa minni. Tað er eisini neyðugt at gera sær greitt, hvat skal henda teimum, sum ikki megna krøvini. Skulu tey sigast upp?
? Tað kann vera ein avleiðing. Men vit mugu ikki síggja trøll á alljósum degi. Sum starvsfólk kanst tú altíð siga, at tú ikki vilt røkka einum máli. So fært tú bara tað minni í løn. Skipanin skal eisini innihalda møguleikar fyri at skrúva niður fyri blussinum, um serlig viðurskifti gera seg galdandi orskað av børnum, sjúku ella líknandi, sigur Bárður Enni.