Aftur í ár hevur Smyril Line tann væl umtókta jólatúrin á skránni, og í ár gongur leiðin til Newcastle í Onglandi. Norrøna fer av Havnini mánamorgunin 30. november kl. 8.00. Umborð verður undirhald, og matstovurnar, náttklubbarnir og tax-freehandilin bjóða ymisk tilboð til tey ferðandi.
Teir, ið undirhalda, eru Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, Kim Hansen, Magni Christiansen, Sámal Ravnsfjall, Hilmar Jan Hansen og Robert McBirnie.
Á middegi dagin eftir leggur Norrøna at landi í Newcastle. Newcastle er ein av størstu býunum á økinum Tyne and Wear. Áður var býurin kendur sum høvuðsbýurin í Northumberland. Her ber til at síggja ta sermerktu Tyne brúnna og tað áhugaverda Discovery museum. Harumframt er at nevna St James Park, ið er ein kendur fótbóltsvøllur. Býurin hevur sera nógvar matstovur, og tær borðreiða við mati úr øllum heiminum. Serliga er býurin kendur fyri teir nógvu náttklubbarnar og sítt góða náttarlív. Har eru eisini handlar við góðum úrvali og lágum prísum. Høvuðshandilsgøtan í býnum er Northumberland Street. Í miðbýnum eru fleiri handilsmiðstøðir, ið selja nýggjastu mótaklæðini. Serliga ein av handilsmiðstøðunum, Eldon Square Shopping Center, er risastór og kend um alt Bretland.
Mikudagin kl. 15.00 gongur leiðin heim aftur, og Norrøna er aftur á Havnini hósdagin tann 3. desember kl. 18.