Ein gentlemaður er farin

Minningarorð

Robert Brockie, vanliga nevndur Bobby, er slóknaður 76 ára gamal.
Sonarkona hansara, Elin, hevur so sera vakurt og grípandi skrivað minningarorð í bløðunum um Bobby. Betri og vakrari kundi tað ikki verið sagt.
Frá tí at familjan Brockie kom til Føroyar í 1934 gjørdust Bobby og tann, sum hetta skrivar, vinmenn: hann búsettur í Tinganesi og eg búði á Skansagarði úti á Reyni. Vit gingu í skúla hjá nonnunum, vóru í summarlegum saman við pastori Bookenogen, skótar í ? minnist meg rætt ? somu patrúlju og seinni, í árunum meðan Føroyar vóru hersettar av eingilskmonnum, arbeiddu vit hjá Charles Mauritzen í Tinganesi, har »gamli Brockie« var stjóri. Hetta var ein góður, gevandi, men strangur skúli.
»Gamli Brockie« var sera, sera arbeiðssamður maður, og setti somu krøv móti øðrum, sum hann setti móti sær sjálvum.
Árini úti í tinganesi settu djúp og góð spor eftir sær, men ætlanin er ikki her at fara aftur í minnini um Bobby frá okkara barna- og ungdómsárum. Bert hesi fáu orð við djúpastu samkenslu til Ceciliu, Moiru, børnum, abbabørnum og øllum tykkum sum stóðu Bobby nær.
?????????

Heri