Seyðahald
Mikkjalsmessa er farin aftur um bak og á Mikkjalsmessu var gamalt, at tá skuldi veðrarnir drepast.
Enn eru tað mong, sum ikki hava slaktað, men nøkur hava.
Ymiskt er, hvussu tað hilnast, men hvørt eru tað onkrir ið skara framúr.
Tað eru mest suðuroyingar ið brúka tað at føða veðurlomb inni um veturin til at hava at drepa sum veðr árið eftir.
Ymiskt er, hvussu nógv tey ymisku gera burturúr. Men í Suðuroy eru tað ikki minst porkenningar, ið eru tiltiknir fyri at hava stórar veðrar.
Men tað eru eisini onnur ið hava hegnið at fáa stórar veðrar.
Ein av hesum er Elias Hammer úr Hovi.
Og hjá honum eydnaðist so væl í ár sum ongantíð áður í so máta.
Hann fletti veðrar um vikuskifti. Tað var alla tíðina greitt, at tað serliga var tann eini, sum skaraði framúr.
Og rætt var, tá ið krovið varð hongt á vektina, kreyp hon líka upp á 58,5 kilo, ella 117 pund.
Hetta er ein tvey ára gamal veðrur, sum hann hevur havt gangandi í einum stiki í síðani í vár.
Hann drap eisini tríggjar aðrar veðrar, men teir vóru meiri vanligir, ein vigaði 88 pund, ein vigaði 76 pund og ein 72 pund.
Hjá Elias er ikki óvanligt at hava veðrar, sum skara framúr.
Í fyrráið hevði hann ein veðr, sum vigaði 116 pund, fyri nøkrum árum síðani hevði hann ein, sum vigaði 108 pund og seinast í fimtiárinum hevði hann ein, sum vigaði 113 pund, tað var ein, trý ára gamal av Eiði. Annars hevur hann fleiri ferðir havt veðr, sum vigaði yvir 100 pund.
Nokk at eta
Fyri at fáa so stórar veðrar, er tað neyðugt at gera væl við seyðin. og tað hevur Elias Hammer altíð gjørt.
Umframt hoyggj, hava teir fingið seyðafóður sum er kraftfóður av eini serligari blanding av ymsum tilfari, serliga ætlað til seyð.
-Seinastu tríggjar mánaðirnar hava teir fingið so nógv seyðafóður, sum teir hava orkað at etið, eini tvey, trý pund uppá veðrin um dagin.
Hann sigur, at hann hevur altíð roynt at fáa veðrarnar so stórar sum gjørligt og hann heldur ikki, at tað er ov feitt at eta.
Nógv gremja seg um, at tey hava havt trupulleikar av at fáa kjøtið turt, tá ið krovini eru so stór, tí tey torna ikki inni við bein.
Men tann trupulleikan kennir Elias onki til. Og so slett ikki nú á døgum, teir hava hava fingið viftu í hjallin.
Ikki fleiri veðrar
Hesin veðurin upp á 117 pund, er tann størsti, Elias nakrantíð hevur havt.
Og hetta verður eisini seinasti veðrurin, hann hevur.
Hann sigur, at nú er hann komin so mikið væl til árs, og hartil er heilsan farin at bila, at hann ætlar sær ikki at hava veðrar aftur.
? Tað er so tungt at fáast við verðar, at eg haldi emg ikki til tað longur, sigur hann. So hereftir verður bara talan um at hava lomb, sigur Elias Hammer í Hovi.