Ein glotti verður týsdagin

Tó at stormurin fer at hasa av út á dagin, so verður kortini nógvur vindur komandi dagarnar.

Sunnudagin mennist eitt nýtt lágtrýst vestan fyri bretsku oyggjarnar. Lágtrýstið fer í ein norðan og fer væntandi framvið Føroyum mánadagin.

 

Tó at nógvur vindur er enn, so fer hann so líðandi at maka og í kvøldið verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Tað verður fyri tað mesta skýggjað og regn, men út á dagin klárar í og kanska sær sólin eisini. Tó verður framvegis okkurt æl. Sunnunáttina makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, Samdrigið og okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina snarar í ein sunnan og landsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Okkurt æl, men onkrir sólglottar. Um náttina verður skýggjað og regn. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrts skýggjað og regn, men út á dagin klárar í og sólin sær. Okkurt æl verður kortini. Hitin millum 9 og 15 stig.

 

Týsdagin makar hann vindin í lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, seinni av vestri ella ymsum ættum. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av vestri ella ymsum ættum, 2 til 7 m/s, um náttina fyri tað mesta av eystri. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Hósdagin øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum um náttina øtlar aftur til stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Sum frá líður skýggjað og regn í støðum. Hitin um 10 stig.