Ein heilsan á 95 ára degnum

Amalie Charlotte Jóhanna Petersen

(Vanliga nevnd Malla)

Selatrað

Áttanda juni eru 95 ár liðin síðani Malla varð borin í heim í Saltangerá, sum tað næstyngsta barnið hjá Símuni og Jóhonnu á Høgabóli. Jóhanna og Símun áttu 6 børn, 2 synir, Jógvan og Esbern, og 4 døtur, Emma, Jenny, Malla og Ebbedina. Malla er einasta av syskinum, sum enn er á lívi, hini eru øll farin í Harrans hendur.


Barnaheimið hjá Mallu lá í Saltangerá, ið var eitt tað vakrasta og frugtarbesta plássið í landinum. Í hennara barnaárum vóru har 12 húski. Bygdin eyðkendi seg við sínum ómetaliga vakra og frugtargóða bøi og lagaðum grótgørðum kring hvørt gerði. Húsini stóðu meira spjadd enn vanligt var í gomlu føroysku bygdunum, tí at hvørt hús stóð mitt í sínum gerði, soleiðis at lættari var at fáa seteplini, sáðkornið og tøðini út og avgrøðina til høldar.


Malla vaks upp í einum heimi, har góða gamla føroyska mentanin og gamlir føroyskir siðir vóru í hásæti, og har tign, sómi og guðsótti valdaði.


Tað var væl av jørð í húsinum, og tvey – av og til trý - vóru neytini. Einki varð keypt til matna og klæðna, alt varð virkað heima burturúr teimum ráðvørum, sum jørðin og sjógvurin gav. Børnini luttóku í øllum arbeiði frá tí, tey vóru so fræg, at tey kundu gera nyttu: í torvi, velting og hoygging og annars øllum fyrifallandi.


Genturnar vórðu hildnar til frá tí fyrsta. Tær lærdu at taka upp slakt, virka ullina, ambæta kríatúrunum, mjólka neytunum og gera úrdráttir úr mjólkini, arbeiða torvi, at binda og annað handarbeiði. Eisini kruvdu og greipaðu tær, tá nót varð kastað.


Ein dagin - Malla var tá 13 ára gomul – varð torv koyrt oman úr erva efter rennistronginum, sum gekk frá húsunum og niðan á Eggina. Malla var niðri við hús og krøkti sekkirnar av stronginum, men tað einu ferðina varð hon ov sein, og annað beinið lá ímillum spælið og torvposan, sum við nógvari fer kom sendandi oman eftir. Beinið støktist av oman fyri øklaknútin. Boð vórðu send efter Hans Djurholm og Pólnikláa, sum báðir høvdu skil fyri slíkum, men brotið var so álvarsamt, at teir hildu seg ikki til at gera nakað, so varð hon borin oman á brúnna og umborð á ein bát, sum førdi hana til Havnar á sjúkrahúsið. Hon kom frá tilburðinum uttan varandi mein, men hetta gjørdi, at hon ikki varð konfirmerað saman við javnaldrunum, men mátti bíða til næstu konfirmatión.


Malla gekk tvey ár á handilsskúla í Keypmannahavn, og heimafturkomin arbeiddi hon á virkinum hjá pápanum, til hon tann 20 sept. 1936 giftist við Klement Petersen, bónda í Mittúni á Selatrað. Men áðrenn hevði hon verið á húsarhaldsskúla hjá Katu (konu Heðin Brú).


Selatrað var tá ein fjarskotin og avbyrgd bygd. Eingin vegur var, og skuldi man til ella úr bygdini var tað antin við báti ella at ganga um fjøll. Tað gav at bíta, tá ið hon átti børnini, øll - uttan tað yngsta - vóru fødd, áðrenn jarðarmóðirin náddi fram. Lukkutíð var á Selatrað ein vanlig kona, ið kallaðist Milja, sum var før fyri einsamøll at klára ein barnsburð.

Tað viðføri Malla hevði við sær úr sínum barnaheimi og øðrum royndum, gjørdi hana frá fyrsta degi fullføra á allan hátt at átaka sær krevjandi leiklutin sum bóndakona í einari av aldargomlu føroysku bóndabygdunum.


Malla og Klement fingu 7 børn, Marita f. 1937, Óli f.1939, Símun f. 1942, Jóhanna Magdalena (Hannilena) f. 1945, Egil f. 1946, John f. 1947 deyður sama ár og Sonja f.1951.

Malla hevur sitið einkja í 19 ár, Klement doyði 13. Juli 1988. Malla eigur 12 ommubørn og 24 langommubørn.


Hjá Mallu stóðu dyrnar altíð opnar. Eg hugsi serstakliga um ta tíðina, tá ið “Sundaferjan” sigldi millum Selatrað og Hósvík. Tá var ofta nógv fólk, sum fóru inn til Mallu, tá bíðast skuldi. Har vóru øll vælkomin, og eingin fór út aftur uttan at hava sitið til borðs.


Røsk og ágrýtin hevur hon altíð verið - bæði úti og inni, og vakri urtagarður hennara var altíð eitt prýði fyri bygdina.


Enn býr hon í sínum egna heimi, og klárar seg gott og ber sín aldur avbera væl og enn hómast ungdómsins yndi og vakurleiki í andliti hennara.


Vit eru mong sum hervið vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við tínum 95 ára føðingardegi og Guðs signing framyvir.



Systursonur tín Sverri