Ein heilsan til Gullbrúðarparið Bjørga og Sommer Winther

Mánadagin 8. juni verða tað 50 ár síðani Bjørga og Sommer blivu gift í Sandskirkju.

Bjørga er dóttir Hervør og Jóhan Hentze, Uttastovubóndan í Trøðum á Sandi. Av tí at Hervør gjørdir sjúk og ikki var før fyri at passa tær báðar elstu døturnar eina tíð, vóru tær passaðar av hvør sínari ommu. Bjørga flutti yvirum til Sands til ommu og abban Idu og Jóan Petur Davidsen. Hon bleiv verandi hjá teimum, hóast mamman bleiv frísk. Bjørga hevði eini góð barnaár hjá ommu og abbanum, men saknurin eftir mammu, pápa og systkjum var eisini til staðar. Bjørga hevur tríggjar systrar og ein beiggja, Gunnhild, Halldis, Bára og Petur.

Sommer er sonur Rosu og Joen Jacob Winther úr Skopun. Hann er triðelstur av nýggju systkjum. Henrietta, Petur Hans, Julia, Herman, Malla, Sanna, Mennsy og Lisa. Hetta var eitt heim, sum livdi av tí, sum sjógvurin gav. Sommer hevði eini góð men strævin barnaár. Hann mátti saman við systkinum gera sítt til fyri at tey skuldu klára dagin og vegin. Longu sum 6-7 ára gamal var hann við at bera torv heim til hús saman við eldra beiggjanum. Pápin var jú nógv burturi, so børnini máttu hjálpa mammuni.

Tá Bjørga og Sommer giftust, búsettust tey í Skopun. Tey bygdu norðan fyri ánna, og har búðu tey til 1976. Hesa tíðina var Sommer fiskimaður. Var burturi m. a. í Grønlandi. Hevur átt skip t. d. Fisakaklett saman við øðrum í Skopun. Sommer fekk, eftir at hava gingið á Navigatiónsskúlanum í Havn, fast starv hjá Strandfaraskip Landsins, sum skipari. Hann hevur siglt við nógvum av skipunum hjá SL. Tey seinastu árini, áðrenn hann fór frá, sigldi hann við Rituni. Tá Flakavirkið kom í Skopun fór Bjørga at arbeiða á Flakavirkinum.

Í 1976 fluttu tey á Argir, har tey høvdu bygt eini nýggj hús, og her búgva tey enn og trívast sera væl. Bjørga hevur arbeitt nógv ymist, eftir at hon flutti á Argir, m. a. verið dagrøktarmamma, gongsgenta á Landssjúkrahúsinum, vaskifólk á barnagarinum á Argjum.

Bjørga og Sommer hava bæði verið sera virkin og vælumtókt, har tey hava arbeitt. Nú tey eru farin frá vegna heilsu og aldur eru tey tíbetur enn sera virkin. Tey eru í pensiónistafelagnum í Havn. Bjørga er ofta í Tilhaldinum, gongur nógvar túrar við hundinum Dolly ella systrini Halldis. Sommer dámar væl at rekja um, og er ofta úti í neystinum á Argjum.

Bjørga og Sommer eiga fýra børn, Ida, Jói, Róhild og Sveinbjørn. Tey eiga 12 barnabørn og eitt langommu/abbabarn.

Gullbúdleypsdagin eru tey burturstødd.

Góða mamma og pápi, eg vil ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku og alt tað besta á gullbrúðardegnum og nógv góð ár framyvir. Tit skulu hava stóra tøkk fyri alt, tit hava verið fyri okkum, alt tit hava gjørt fyri okkum, alt tað góða tit hava lært okkum, allan kærleikan tit hava givið okkum, alla orku tit hava lagt í okkum, ja eg kundi hildið á fram. Ein serliga stór tøkk fyri, at tit eru so góð við barnabørnini. Vit kunnu ikki ímynda okkum eitt betri lív, enn tað vit hava fingið við tykkum báðum.

Heilsan dóttir tykkara Róhild