Ein heilsan til gullbrúðarparið Viderø

Fríggjadagin 11. januar 2008 hava Daisy og Ásbjørn Viderø í Hoyvík gullbrúdleyp, og vilja vit við hesum fáu reglunum ynskja so hjartaliga tillukku.

Ásbjørn er sonur Birgitte, vanliga nevnd Birta, og Niels Johannes Viderø av Viðareiði, og Daisy er dóttir til Petru, fødd Hansen av Norðoyri, og Hans Mellemgaard úr Svínoy.


Ásbjørn er føddur og uppvaksin í Havn, í Gundadali, har eg sum smádrongur vitjaði, við tað at mamma og Birta vóru vinkonur, og minnist eg væl hesi fryntligu fólkini Niels Johannes og Birtu, sum búðu í hesum vøkru hvítu húsini, við handli í kjallaranum og við bensinsølu uttanfyri. Soleiðis skuldi ein trúð, at Àsbjørn bleiv ein góður fótbóltsspælari, við einum stórum fótbóltsvølli uttan fyri dyrnar, men so bleiv ikki.


Daisy er fødd í Klaksvík, her settu foreldrini búgv. Petra var heimaarbeiðandi húsmóðir, sum passaði síni børn við kærleika og umsorgan, ímeðan Hans var burtur við skipi, sigldi nógv upp á Bretland, so tað var forkunnugt hjá børnunum og systkinabørnunum, tá hann kom aftur við hópin av góðgæti, appelsinum og bananum, sum ikki var so vanligt tá í tíðini, eisini høvdu tey handil eitt tíðarskeið á Gerðagøtu. Men tá Daisy var 12 ára gomul flutti húskið til Havnar at búgva, og har lærdu tey bæði, Daisy og Ásbjørn hvønn annan at kenna, og skjótt rann saman, tí kærleikin og kemiurin var 100%.


“Miðstovugarðurin” á Viðareiði hoyrdi til familjuna, og í 1961 fluttu Daisy og Ásbjørn til Viðareiðis og festu garðin í 1962. Tá vóru døturnar Petra og Birgitte, sum vóru 2 og 3 ára gamlar, føddar, síðani komu Dánial og Hallgerð, sum blivu fødd meðan tey búðu á Viðareiðið.


Á Viðareiði var gott at vera, og nóg mikið var at taka hond í, bæði hjá foreldrum og hjá børnunum, so hvørt tey vuksu til, og kundu taka hond í við arbeiðinum - tí tað vita øll, at á einum bóndagarði er altíð arbeiðið til allar hendur, og øll hjálp sum t.d. við hoygging er kærkomin, tí terrin er ikki altíð av tí besta. Tá neytini vóru avtikin, tí tað ikki lønti seg so væl, fór Ásbjørn at arbeiða hjá Landsverk í Hvannasundi, og tað sum hann har fekk frá hondum var ikki smávegis, tá fekk hann onnur og størri jarnneyt at passa og røkja, tí smiðjan var ofta full av gravimaskinum, kavaplóm, luftkompressarum o.ø. sum skuldu umvælast. Hesi blivu skjótt og væl umvæld undir hansara kønu hondum. Daisy - ja hon passaði heimið, har var altíð heitt reint og nossligt, so har kundi ongin seta nakran fingur á. Og blíðskapurin var so ovurhonds, tá man kom á vitjan, tað er so heilt vist - plagdi onkuntíð at siga við konuna, tá vit høvdu vitjað, hvussu ómetaligur blíðskapur teirra var, og svarið eg fekk var hetta, -- ja soleiðis eru tey bara.


Í 1996 lótu tey festi frá sær og fluttu til Klaksvíkar at búgva, á Bumshamarsveg nr. 9. Har sótu vit eisini mangan væl við búgvi borð, og prátið gekk lystiliga um bæði tímilig og ikki minst andalig viðurskiftir, jú vit fóru altíð ríkari heim aftur, enn tá vit komu, og tað takka vit hjartaliga fyri.


So gott sum tað var í fyrimyndarliga heiminum á Bumshamri, har alt var gjørt tipp topp inni og uttanum húsini, so var longsulin og barnaminnini um Havnina so sterk, at tey í 2004 keyptu sær nýggj og stásilig hús í Maritugøtu í Havn, har vit eisini oftani hava notið av sama blíðskapi. Og ivaleyst fara tey at stórtrívast har, nú tey eru komin aftur á góðar gamlar barnagøtur, har tey hava øll síni kæru børn rundanum seg.


Við hesum fáu orðum ynskja vit tykkum - okkara kæru vinum - enn einaferð hjartaliga tillukku við hesum stóra degnum, og at Harrin framvegis má signa tykkum og øll tykkara kæru.



Vinarliga. Valborg og Kári