Ein heilsan til Hildigunn og Mortan Johannesen

á 70 ára døgunum

Ávikavist 10. juli og 13. juli fylla hjúnini Hildigunn og Mortan Johannesen 70 ár. Hildigunn er úr Skálavík og er dóttir Helenu og Niels Holm Nicodemussen. Pápi hennara varð ofta nevndur Niels á Hamri. Mortan búði síni barnaár nakað í Havn og nakað í Klaksvík, og hann er sonur Alexandru og Kaj Johannesen. Pápi hansara var tann elsti av hvannasundsbrøðrunum.


Nakað av jørð hoyrdi til barnaheimið hjá Hildigunn. Nógv arbeiði var at gera har, so sum at hoyggja, røkta neyt, húsligt arbeiði o.s. fr., og her lá parturin hjá Hildigunn ikki eftir. Seinni fór hon burtur at arbeiða. Hon var m.a. í húsplássi í Vági, í Íslandi, arbeiddi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, í fiskaarbeiði og í handli í Havn. Seinni, í 1982, tók hon handilsskúlaprógv.


Mortan fór sum heilt ungur til skips við trolara. Hann sigldi mest saman við pápa sínum, sum var ein tiltikin trolaraskipari. Tað, sum hann lærdi har umborð av sjómansskapi og um trolarafiskiskap, kom at verða ein ómetaliga góð barlast fyri tað lívsstarv, sum hann kom at hava, bæði sum skipari og reiðari.


Síðst í 1950´unum fór Mortan á navigatiónsskúla í Havn og tók stýrimansprógv í 1960. Aftan á at hava siglt eitt sindur fór hann aftur á navigatiónsskúla og tók skipsføraraprógv í 1963. Síðani fór hann at sigla við trolarum hjá Kjølbro í Klaksvík, fyrst sum stýrimaður og so sum skipari. Hetta gjørdi hann til 1978, tá ið hann keypti sær sítt egna skip og hevur verið reiðari síðan tá. Hann kom tó at sigla sum skipari á egnum skipi í mong ár aftan á tað. Tað hevur gingið sera væl hjá Mortani við øllum hesum. Tað eru mangar fullar skipslastir av fiski, sum hann hevur ført til lands, og mangir eru teir, sum hava havt góða inntøku av at sigla við teimum skipum, sum hann hevur ført og átt.


Tað var, ímeðan tey bæði vóru í Havn síðst í 1950´unum, at tey komu at kennast og fóru at ganga saman. Í 1960 giftust tey, búsettust í Havn og fingu børnini Kaj, Niels og Helenu. Barnabørnini eru 10 í tali.


Mortan var nógv burtur við skipi, ímeðan børnini vóru smá. Hildigunn var heimagangandi og ansaði eftir húsi og børnum. Ikki er altíð lætt at vera einsamøll kona og mamma, tá ið maðurin er leingi burtur. Men hesa uppgávu gjørdi hon sær nógvan ómak við og kláraði tað væl. Tá ið Mortan keypti sær sítt egna skip fór hon beinanvegin at hjálpa honum við umsitingini av hesum virksemi og hevur gjørt tað síðani.


Hildigunn og Mortan komu sum ung til persónliga trúgv á Harran Jesus, og hava havt sítt andaliga heim í Ebenezer.


Góðu tit bæði, hjartaliga tillukku.


N