Ein heilsan til mannfólkaveldið

Nú tá í mannfólk hava gjørt allan heimin til eitt lortastað, so gera vit pláss fyri ótálmaðari vreiði, stríðshuga og kærleika!

“Nú tá í mannfólk hava gjørt allan heimin til eitt lortastað, so gera vit pláss fyri ótálmaðari vreiði, stríðshuga og kærleika!”

 

Soleiðis bjóða Counterforce Produktion fólki vælkomnum til sjónleik! Ikki ein og hvønn sjónleik, men tann í Svøríki nógv umrødda “SCUM-Manifestet”, sum Norðurlandahúsið hevur megnað at fáa til Føroya til kvinnudagin í ár.

 

 

SCUM-Manifestet er svenskur einmansleikur, sum byggir á ein av sterkastu tekstunum í bókmentasøguni við sama heiti. Teksturin er heimskendur, men eisini púra ókendur. Rithøvundurin, Valerie Solanas, er ivaleyst betri kend fyri at skjóta Andy Warhol, enn hon er fyri at hava skrivað “the SCUM Manifesto”, men kortini eru bæði hon teksturin hatað – eisini av fólki, sum ongantíð hava lisið hann, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

 

Nakað somu reaktión hevur leikurin fingið. Sum leiklistarligt verk, fær hann allarbestu skoðsmál og ummæli, men evnið og innihaldið hava vakt øsing í Svøríki, og leikarin og stigtakarin, Andrea Edwards, fær javnan deyðshóttanir og annan óunniligan ágang.

 

Leikurin er konfronterandi, fullur av ógvusligum yvirdrívilsum, glasklárum sannleikum, ørum utopium, djúpum innliti, parodium, kærleika og uppreistri. Ja, áskoðarin kann vænta at hoyra ting um manns- og menniskjalyndið, sum hann ongantíð hevur hoyrt áður.

 

Fólkini handan SCUM-manifestet eru áður nevndi sjónleikarin Andrea Edwards og leikstjórin Erik Holmstrøm. Tey siga um sýningina, at hon heilt einkult kann lýsast við egnu orðunum hjá Solanas: “hetta er ikki stórbær list, há-mentan ella nakað sera djúpt. Hetta er ein íshaki í reyvina á mannfólkaveldinum!”

 

SCUM-Manifestet er ikki fyri sartar sálir, men fyri allar kvinnur, sum tola eitt sindur av, og djarvar menn! Eisini uppsetingin til leikin er serstøk, av tí at áskoðaraplássini av leiklistarligum orsøkum eru deild upp í mannfólka- og konufólkapláss. Hesi eru yvirav hvørjum øðrum, og leikarin fer fram í miðjuni.

 

Tískil verða ymisk atgongumerki seld til kvinnur og menn. Leikurin verður vístur í Norðurlandahúsinum kvinnudagin 8. mars kl 20.00. Undan sýningini skipar Kvinnufelagið fyri einum tiltaki við framsýning, røðum og tónleiki.