Mamma er ættað úr Porkeri og babba er av Eiði.
Mamma misti mammu sína, tá hon bert var 12 ára gomul. Hon var elst av 4 systkjum, men familjubondini hava verið ógvuliga góð.
Babba hevur verið og er ein góður maður, og tá tað líkaði honum at verða tað mesta á sjónum, meðan vit vóru í uppvøkstri, so kendi hann tó sína ábyrgd fyri okkum, tá hann var heima. Hann er ein friðarmaður við nógvari styrki, men ger lítlan háva burturúr sær sjálvum.
Spennandi var hvørja ferð hann kom heim, tí hann keypti okkum altíð okkurt, tá tað lá honum fyri.
Mamma var ein strang mamma, men sum vaksin síggja vit, at strangleiki hennara var merktur av kærleika til okkum. So var hon eisini, sum so nógvar aðrar mammur í Føroyum, sum hava sjómenn, so at siga einsamøll um at ala okkum upp og taka avgerðir. Hon var ógvuliga røsk og royndi eisini at halda okkum til, so vit kendu til avbjóðing, og hetta kom okkum til góða seinni í lívinum.
Tá alt gongur væl, vísir alt at vera so lætt, men fyri 6 árum síðani bleiv mamma sjúk, og síðani hevur hon verið bundin til rullustólin, tí vinstra síða er lamin, men sum babba sigur so ofta, at tað er hóast alt gott, at hon kann tosa og fylgja við í øllum bæði í bløðunum, útvarpinum og sjónvarpinum.
Annars vita tey alt um børnini og barnabørnini, spyrja hvussu tað gongst okkum og teimum, og taka børnini telefonina, hava mamma og babba altíð okkurt gott orð til teirra.
Tá Óli Karl er á útróðri, ringja tey, líka til hann er afturkomin, fyri at fregnast hvussu hevur gingist, jú, tey hava eina hartaliga umsorgan.
Eg eri sannførd um, at tit hava klára tykkum væl ígjøgnum lívið, sum ikki altíð hevur verið ein dansur á rósum.
Babba eigur eitt stórt rós uppibori, sjálvt um vit vita, at mamma fegin vildi hildið áfram at runni, men við einari góðari fyrimynd hevur babba verið henni ein ómetaliga góður stuðul, nú hon hevur verið so óhjálpin.
Vit hava glett okkum til henda stóra dag, tí 50 ár eru ikki 50 dagar, men vit gleðast saman við tykkum við stórum takksemi í hjørtum okkara, fyri tað tit hava verið fyri okkum og okkara og við hesum orðum ynskja vit tykkum hjartaliga tillukku, og framvegis Harrans ríku signing á leið tykkara.
Henny