Ein heilsan til pápa, Magnus Olsen, Runavík, nú hann fyllir 90 ár, 30. oktober

Pápi er føddur og uppvaksin á Líðini í Rituvík. Hann er elstur av teimum 12 børn­un­um hjá Magnusi Olsen, van­liga nevndur Magnus í Ritu­vík, og Elsebeth f. Jacobsen av Glyvrum.
Pápi hevur uppliva nógv gjøgnum lívið. Hann fór sum 15 ára gamal til skips sum flestu aðrir dreingir tá á døg­um. Abbi, Magnus í Ritu­vík, var skipari á sluppiniYvonnu úr Vági, og pápi fór so við honum. Longu tá pápi var 20 ára gamal, doyði abbi av sjúku, tá var yngsti beiggin bara 2 ár. So tað er óneyðugt at siga,at tað lá ein stór ábyrgd á hansara ungu herð­um. Næstelsti beiggin var knapt ár yngri, og so vóru 2 hálvvaksnar systrar. Omma var ein bestemt kona, við stórum myndugleika og sterkum gudsótta. Omma og pápi vóru ómetaliga góð hvørt við annað, alt lívið. Systkini vórðu ikki spjadd runt til onnur at vaksa upp, sum annars var so vanligt tá, um tey mistu mammuna ella pápan. Tey megnaðu saman at halda uppá familjuna, og vuksu øll børnini upp heima. Tað er stuttligt at hoyra tey yngru systkini siga, at tey hildu at ongastaðni var so gott sum heima hjá teimum á Líðini. Øll 12 systkini eru enn á lívið, og nú pápi verður 90, verða tey tilsamans 975 ár. Tað er eisini stuttligt at síggja henda stóra systkinaflokk, hvussu góð tey eru hvørt við annað, og hvussu tey vísa hvørjum øðrum virðing. Tey eru ein sonn fyrimynd fyri tey yngru ættarliðini.
Pápi giftist við mammu, Birtu Justinussen úr Leirvík, í 1954. Hon var dóttir Tummas Justinussen, vanliga nevndur Garða Tummas, og Elspu f. Jo­hannesen úr Lamba. Tey fingu 4 børn, Regin, Marjun, Tórhild og Eilen. Barna­børn­ini eru 11 í tali. Mamma doyði í 2002.
Pápi var á sjónum í fleiri enn 30 ár. Hann sigldi eisini undir øllum krígnum, tað mesta av tíðini við sluppini Phebe hjá D.P. Højgaard á Toftum. Teir upplivdu, at skula standa klárir við maskin­byrsunum, tá týskir flúgvarar flugu uppiyvir, men teir sluppu við skrekk­in­­um. Veturin 1943-44 var pápi á skiparaskúla. Eftir kríggið sigldi hann mest við trolarum, og var hann eisini við Hjørdis úr Fuglafirði, sum var ein skonnart umbygd til trolara, tá eldur kom í hana í Grønlandi í 1954, og var tað eitt undur at allir menninir vóru bjargaðir. Seinnu helvt av fimtiárunum var pápi við íslendskum trolarum av Norðfjørðinum. Mest við Gerpi, men eisini við Goða­nes, sum sakk eftir at hava siglt á Flesjarnar.
Í 1960-61 var hann við Fiska­nes, og síðani við Morn­ing Star. Í 1964 fór hann umborð á tað nýbygdu Okn­ina. Har var hann, til hann gavst at sigla í fyrra umfari í 1966.
Vit fluttu til Runavíkar at búgva í 1964, og tá pápi gavst á sjónum, fór hann at arbeiða fyrst hjá Lands­byggi­felagnum, og síðani hjá E.Pihl & Søn, har hann var til hann var farin upp um pensiónsaldur. Hann var tó nøkur ár á sjónum aftur í sjeytiárunum, við Magnus í Rituvík og Polarhav.
Pápi er ikki ein maður við nógvum orðum sum ger nakað hóvasták burtur úr sær sjálvum. Hann hevur altíð vanda sær um orðini, heldur ikki sigur hann um nakað at tað er ljótt ella at nakað smakkar illa, nei sumt smakkar væl og annað smakkar minni væl.
Eg havi altíð sæð upp til pápa mín, hann er ein rætt­skaffin maður, og hava bæði hann og mamma verið ein sera góð fyrimynd fyri okkum. Honum dámar ikki at verða róstur, men hann hevur tað uppiborið.
Pápi hevur lært meg at hyggja rundan um meg, at síggja alt tað vakra í náttúruni. Hvussu skýggini reka, hvussu nógv ljóð eru at hoyra. Lært okkum at eyg­leiða fuglin, soleiðis ber tjaldrið seg at tá tað hevur egg, og soleiðis tá tað hevur ungar, lært okkum hvussu lendi er har teir ymisku fugl­arnir byggja sær reiður. At vera úti og vera ein partur av náttúruni. Og mest av øllum, hava mamma og hann lært okkum, at alt hetta er ein undurfull gáva frá Gudi, bæði tað at tað er har, men eisini tað at vit eru før fyri at uppliva tað, og vera ein partur av tí. Lært okkum at fara væl um tað ið er litið okkum upp í hendur.
Tey hava lært okkum, og hava sjálvi liva eftir tí megin­reglu, sum stendur í Bíbliuni, at saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur.
Pápi hevur havt eitt mang­an knossut, men gott og langt lív, við góðari heilsu.
Vit ynskja honum so hjarta­liga tillukku á hesum stóra degi.
Dagurin verður hildin sam­a­n við familjuni.
-------
Marjun