Ein áheitan á Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum

Fyri 4 árum síðan smekkaðust hurðarnar í á Polarfrost og fóru ikki uppaftur. Tað skapti eitt so stórt arbeiðsloysi í Vági, ella í sunnaru helvt av Suðuroy, so tað vil ongin koma út fyri aftur, men bílætið í dag sær út sum tað kann henda aftur.

Virkisfúsir menn her í Vági sótu ikki hendur í favn og dúvaðu uppá Als-pengar, men fóru í holt við at byggja egið virki, væl stuðlaðir av bygdarfólkinum og gjørdu tað, at arbeiði bleiv til nógvar hendur og fólkið støðaðist her.

Støðan er nú hjá teimum smáu fiskakeyparunum, at teir fáa kapping við tey hálvalmennu virkini, sum hava fingið pening úr Framtaksgrunninum og eisini úr landskassanum.

Hesi somu hálvalmennu virkini halda, at tey hava einarætt til fiskin á Føroyagrunninum. Tí tá ið fiskurin verður bjóðaður fram á uppboðssølu, er orðalagið, haldið tykkum burtur frá hesum bátunum, teir eiga vit, og eisini vilja tit kríggj, so skulu tit fáa tað. Hetta eru orðini, sum hesir virkisleiðarar skulu hoyra hvønn dag.

Arbeitt varð eisini við at fáa malið slógv á Polarfrost, men nei, Føroya Fiskavirking vildi ikki, áðrenn kundu fiskavirkini her sleppa av við slógvið hjá Føroya Fiskavirking á Tvøroyri, men tað bleiv eisini boykottað. So tað sær út sum tað verður spent bein fyri teimum smáu fiskavirkjunum her, sum ikki hava fingið eitt oyra úr landskassanum ella grunnum landskassans.

Tí vilja arbeiðarafeløgini her heita á landsstýrismannin í vinnumálum, at fiskavirki her verða líkastillað við tey hálvalmennu virkini viðvíkjandi stuðli úr landskassanum.

Flutningur av fiski til og úr Suðuroy hevur eisini verið ein trupulleiki, men ein bati er at hóma, at flutningsstuðulin er aftur komin fyri løgtingið, so allir fiskakeyparar verða líkastillaðir.

Fiskavirkini her í Vági lúka øll krøv viðvíkjandi innaneftirliti eftir forskriftum frá Heilsufrøðisligu Starvsstovuni. Tí krevja vit, at hesi fiskavirki, sum lúka hesi krøv, fáa endurgoldið tann pening, sum tað hevur kostað teimum at lúka hesi krøv. Nú tað møguliga kemur fyri løgtingið, um at fiskavirki skulu fáa stuðul úr landskassanum til at lúka ES krøv.

Tað verður stórt arbeiðsloysi her í sunnaru helvt av Suðuroy, verða hesi fiskavirki stongd vegna tað, at tey ikki fáa somu sømdir sum onnur fiskavirki í landinum.

Tí verður henda áheitan send landsstýrismanninum í vinnumálum um at finna eina loysn á hesum álvarsmáli fyri okkum, sum ætla at búleikast her.

Við arbeiðarakvøðu, vinarlig heilsan,


Arbeiðskvinnufelagið

Fjallbrúður

Rannvá Samuelsen


Arbeiðsmannafelagið

Framtíðin

Kári Jacobsen