Ein hjálpandi hond til Jógvan við Keldu

Hóast ein ikki eigur at viðmerkja ella svara øllum tí, Jógvan við Keldu vartar upp við dag og dagliga, kenni eg meg tó noyddan at leiðbeina hann eitt sindur, nú hann tykist hava fingið blokkstuðulin úr Danmark fullkomuliga í rangastrúpan.

Heðin Mortensen, Borgarstjóri

Eingin ivi skal vera um, at Jógvan við Keldu er bæði ein royndur og listilærdur politikari, ið dugir serstakliga væl at fáa sín egna kensluborna boðskap fram. Og sigur tú bara eitt sindur og ikki alt, so eydnast tað aloftast allarbest.
Eitt evni, hann dúgliga hevur savnað tankarnar og skrivingina um, er blokkurin ella ríkisveitingin úr Danmark, og í fleiri førum hevur hann roynt at trúttað niður í okkum, at hetta eru pengar, sum havnarfólk fáa at dusa sær við!
Eg ivist onga løtu í, at tað er eydnast honum at fáa fólk í “útjaðaranum” at halda, at fólk í Havn eru reinar ónýttur. Men Jógvan við Keldu skal vita, at slíkt byggir hvørki land, fullveldi ella samanhald.
So fjølment eru vit ikki her á landi, at ein so royndur politikari, ið átti at vitað betri, hevur fyri neyðini at spjaða okkum øll sundur við enntá beinleiðis skeivum og villeiðandi uppáhaldum.

Gjørd til útjaðara
Líkt er til, at tað er um reppið at eydnast Jógvan ivið Keldu at fáa bæði klaksvíkingar og onnur góð fólk uttan fyri Havnina at kenna seg sum “anti-havnarfólk”!
Áðrenn hann fór undir at forbrongla hugtakið um útjaðara, vóru Mykines, Fugloy, Hestoy, Koltur og aðrar útoyggjar útjaðari. Men nú er tað næstan so galið, at sjálvt kvívíkingar og hósvíkingar kenna seg sum útjaðarafólk.
Ein høvuðsorsøk til tað er alt hetta øgiliga júkið hjá Jógvani við Keldu um, at blokkstuðulin heldur lív í Havnini og at hon mestsum hevði verið útdeyð, var tað ikki alt samalt fyri donsku ríkisveitingini.
Onnur hava sagt tað sama í skemti, men hann meinar tað helst í fullum álvara, tá hann breiðir seg út um, hvussu blokkstuðulin lívgar høvuðsstaðin og meira at kalla útarmar restina av landinum.

Turru tølini
Snildur, sum hann er, letur Jógvan við Keldu samstundis vera við at fortelja fólki, hvussu stór henda veiting er og hvat hon í veruleikanum verður brúkt til. Kann vera, at hann ikki hevur skil á øllum hesum hundraðtals milliónunum, so tí vil eg fegin royna at hjálpa.
Fyri at byrja við sjálvari støddini, so er samlaði blokkstuðulin úr Danmark 615,5 milliónir krónur, og hann verður útgreinaður soleiðis:

Serforsorg117,0 mió. kr.
Pensjónir213,3 mió. kr.
Sjúkrahúsverkið283,6 mió. kr.
Fiskirannsóknarstovan1,6 mió. kr.
______________________________________
Íalt615,5 mió. kr.

Harumframt veitir danski statskassin blokkstuðul – ella rættari sagt endurgjald – upp á 20 milliónir krónur fyri tænastumannalønir.
Nóg mikið hesa ferð, tí nú haldi eg tað hóska seg best, um Jógvan við Keldu greiðir Føroya fólki neyvt frá, hvussu hann fær tað til, at henda góða hálva milliardin mestsum bara søtar tilveruna hjá havnarfólki!
Nú fæst so sjón fyri søgn, um hann alment og á skrift eisini vil fortelja okkum meiri nágreiniliga, hvar í okkara góða landi allur hesin blokkstuðulin sæst aftur.