Væl umtókti heimildarfilmurin Havfolket vakti stóran ans, tá hann hevði frumsýning í Noregi fyrr í ár. Við støði í savnsupptøkum, sum fara yvir hundrað ár aftur í tíð, og persónligum frásøgnum lýsir filmurin, hvussu lívið fram við landi myndar fólk og teirra virði og áskoðan á tilveruna. Úrslitið er ein skemtilig, stórfingin og ósentimental kærleiksváttan til strandbúgvar.
Filmurin fylgir gerandisdegnum fram við norsku strondini, men nemur eisini við søguligar hendingar, sum til dømis byrjanina á norska oljuævintýrinum og endurbyggingina av Finnmørkini eftir seinna veraldarbardaga. Leikstjórnað hava Elisabeth Kleppe, Henrik Hylland Uhlving og Elin Sander.
Undanfilmur:
##med2##
Nú kemur filmurin til Føroya, har vit á nógvar mátar munnu kunna kenna okkum aftur í frásøgnunum og havsins leikluti, sum er avgerandi fyri gerandisdagin, lívið og mentanina.
Filmurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum 14. august kl. 18.30. Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo










