Ein kappi í føroyska fólkaskúlanum leggur frá sær

- men ein varði stendur eftir!

Í samfull 41 ár hevur Frits Johannesen trúliga kveikt og skapað lív í skúlanum í Fuglafirði. Hví er hann ikki givin fyri langari tíð síðan, kanst tú spyrja? Nei, hvønn dag hevur hann borið nakað nýtt til skúlan.


Frits hevur staðið fyri tí kreativa: sanginum, listini og tí, sum brýtur frá tí vanliga – teim skrivaðu reglunum.


Frits hevur viljað roynt mørkini. Hann hevur skapað gentukór eftir gentukór. Tá ið hesar ungu gentur fáa høvi at syngja við kórum og ferðast úti í heimi, har kórið klingar og svingar, ja, so hevur hendan glaða barnalundin fingið nakað serligt, sum ikki stendur í nakrari bók.


Tey hava roynt skapanarmegina – og gleðina. Tey hava verið partur av størri heild, sum gagnar lívinum øllum. Tey eru kveikt frá at vera latent talentir, til talentir.


Og øll tey mongu børn, sum hava verið við til at skapa høggmyndir og listarverk annars saman við Frits, sum hanga í skúlanum og aðrar staðir. Tey hava roynt hetta sama - kenna seg sum partur av eini størri heild – eru til nyttu, hava skapað nakað!

Sama er við barna- og sangleikunum, Frits hevur skrivað og framført við børnunum.


Slík børn fáa nógvan sosialan førning við sær, sum ger tey til nakað serligt og dugnaligari til at taka við avbjóðingum lívsins.


Í fólkaskúlanum kann hesin førningur leggjast í børnini, um gáað verður eftir tí – tað hevur Frits dugað. Hetta er serstøk gáva, hann hevur veitt børnum í hópatali í Fuglafirði og har um vegir.


Frits hevur saman við øðrum verið við til at taka garðar niður millum kirkjuna og brøðrasamkomuna í Fuglafirði. Abbasynum hjá Victori hevur hann givið týðandi tátt í fleiri framførðslum, m.a. kantatuni, sum varð framførd, tá ið nýggja kirkjan varð vígd. Vantar Fritsi ljóðføri ella høli til venjingar – ja, so fer hann í Siloa at venja. Sælur er hann, ið vinnur frið! Frits hevur vunnið á og víðka tey ofta trongskydnu mørkini, sum nútíðin býður.


Frits plagar at tosa um, hvussu sangurin fer at ljóma í himmiríki, saman við navnnevndu vinum sínum, ið verða við! – Og har er ikki lágt ímillum syllarnar. Frits livir lívið sítt við fullum huga. Hann veit, at ein sæla stendur honum í boði; og at í sælunum eru mangir búðstaðir. Har fer hann at skifta orð við mangar vinir, hann í jaðarlívi sínum bert kennur úr bókum og av umtalu.


Hansara skynsama fatan av lívinum og teimum møguleikum, tað býður, og at í einum hvørjum menniskja býr nakað gott; hevur av sonnum latið Frits verið ein lærara, sum av røttum tekur støði í hvørjum einstøkum næmingi. Øll hava kent seg væl, og øll eru sloppin at royna seg. Øll hava verið við til at skapa nakað – og notið skapanargleðina! Kent seg sum verandi nakað.


Allar tær mongur Grækarsmessurøðurnar, Frits hevur hildið fyri børnunum í meir enn 30 ár, har hann letur hugin reika saman við tjøldrunum, sum fara so víða. Og sum vit hava klætt í tjóðskaparins klæði. Hesi tjøldrini, sum taka glaðu barnalundina við á ferðini. Barnið kann bert njóta gott av hugarensleinsli, sum víðkar sjónarring teirra – og er bót fyri sálina. Tað finnst ein heimur uttan fyri Fuglafjørð. Tú kanst nakað sjálvur, um tú vil!


Maður kemur í mans stað, verður sagt. Vónandi tað; men arvurin ella setningurin eftir Frits er ikki lættur at lyfta. Fuglafjørður er í ávísan mun myndaður kring um listamannin, sangaran, kórleiðaran, týðaran, tónasetaran, sjónleikaran og læraran Frits Johanesen.


Nú fært tú vónandi betri stundir at royna tínar listarligu gávur í trongu, men fjálgu málarastovu tíni – Góða eydnu!


Takk fyri tað, tú hevur verið fyri 100-tals børn, ið hava notið gott av einum serstøkum og annarleiðis lærara í Fuglafirði – og at mær untist part av hesum.


Dávur Winther