Ein klók avgerð hjá Javnaðarflokkinum

Kvinnurnar rundan um Aksel V. Johannesen ivast ikki í, at hann fer at megna uppgávuna væl. Konan heldur, at Javnaðarflokkurin tók eina klóka avgerð. Og kanska eisini tiltrongda

Tær báðar systrarnar, Signhild og Ragna, eru stoltar av beiggj­anum, og tær eru ikki í iva um, at hann er førur fyri at røkja ta uppgávuna, sum hann hevur fingið. Aksel er skilagóður, so hann fer at klára tað, siga tær við Rás2.

- Aksel er ein fáorðaður mað­ur, men tað er skil í tí, sum hann sigur, er niðurstøðan hjá systrunum.

Tað kemur ikki óvart á mamm­una, Johild, at Aksel fór upp í politikk. Hon sigur, at hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri politiskum viðurskiftum og hevur altíð fylgt væl við tí politiska umhvørvinum. Hinvegin heldur hon ikki, at hann hevur gingið við einum landsstýrismanni í búkinum.

- Hvat halda tygum um, at hann skal umsita heilsumál?

- Tað er eitt stórt málsøki, men eg eri ikki bangin fyri, at hann ikki fer at klára tað. Aksel er skilagóður of dugir væl at arbeiða saman við øðrum, so tað fer at ganga, sigur Johild við Rás2.

Klók avgerð

Kona Aksel, Katrin, heldur, at tey, sum hava valt Aksel til landsstýrismann, munnu vera komin til somu niðurstøðu sum hon sjálv.

- Eg valdi hann. Tað hava onnur nú eisini gjørt, og tað sigur helst, at tey hava sæð tær somu dygdirnar, sum eg sá, sigur hon við Rás2.

Sjálv ivast hon ikki í, at Javnaðarflokkurin tók eina klóka avgerð, tá flokkurin valdi Aksel í landsstýrið. Hon vil ikki fara so langt sum at siga, at tað er neyðugt við útskifting í flokkinum, men heldur, at tað er neyðugt at fáa yngri kreftir framat, so flokkurin kann fáa ein størri part av teimum yngru veljarunum.