Hetta kann kollvelta føroyskan sjálvstýrispolitikk í framtíðini.
Soleiðis sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Løgmálaráðnum, eftir fundirnar millum embætisfólk í danska og føroyska løgmálaráðnum, sum vóru hósdagin og fríggjadagin.
Á fundinum vóru fleiri evni frammi, teirra millum løgregla, rættarskipan og fjølmiðlaábyrgd. Harafturat varð tosað um eitt lógaruppskot frá løgmanni til eina yvirtøkulóg, sum fólk í danska løgmálaráðnum nú fyrireika at leggja fyri Fólkatingið. Væntandi kann uppskotið leggjast fram longu seinni í ár.
Uppskotið savnar øll mál í ein pott. Eisini tey, sum ikki eru nevnd í heimastýrislógini. Nú verða ongar forðingar longur fyri at flyta málsøki til Føroya. Tað verður upp til føroyingar, um vit skulu yvirtaka ella ei.
Ein uppgerð
Hetta er eitt so mikið stórt framstig, at aðalstjórin í løgmálaráðnum kallar tað eina uppgerð við sjálvstýrispolitikkin higartil.
? Danska stjórnin fær heimild at lata øll málsøki til Føroya. Tað letur upp fyri, at føroyingar kunnu yvirtaka øll málsøki, sum liggja uttan fyri grundlógina. Við hesum verður sjálvstýrismálið flutt til Føroya, og vit sleppa undan einum eljustríði við danir, hvørja ferð eitt mál skal yvirtakast, sigur Rúni Joensen.
Uppi í grundlógini hanga uttanríkispolitikkur, heimarættur, gjaldoyra og hægstirættur.
Bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava havt síni boð uppá, hvussu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar skulu skipast av nýggjum. Javnaðarflokkurin hevur sína sjálvstýrislóg, og Sambandsflokkurin kallar sína loysn fyri nýskipanaruppskotið. Tey uppskotini eru ikki longur viðkomandi, heldur Rúni Joensen.
? Við hesum leisti, sum nú liggur á borðinum, kunnu vit ikki gera nakra aðra skipan, sum er meira víðfevnd innan fyri ríkisfelagsskapin. Sostatt gerst kjakið um sjálvstýrislóg ella nýskipan kontra heimastýrislóg óneyðugt. Við hesum gongur heimastýrislógin heilt at loysingini, sum onkur hevur nevnt tað, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri.
Ikki nýskipan
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, sum umsat sjálvstýrismál síðsta valskeið, hevur staðiliga ávarað ímóti at gera nýggjar skipanir við Danmark, ið ikki byggja á fólkarættarligt grundarlag, tí tað kann merkja eina innliman í ríkið, hevur hann ført fram. Men hann tekur kortini undir við uppskotinum hjá løgmanni, tí talan er ikki um eina útbygging av Heimastýrislógini, sigur hann við Útvarp Føroya.
? Vit hava fingið játtan frá donskum myndugleikum um, at tað er eingin trupulleiki at yvirtaka øll mál ? eisini tey, sum ikki eru nevnd í heimastýrislógini. Spurningurin er bara, um tað skal gerast undir einum ella so hvørt. Fyri okkum er tað betur, at tað verður gjørt undir einum. Vit troyta bara Heimastýrislógina til fulnar, og tað ber væl til uttan nakran nýggjan sáttmála, sigur Høgni Hoydal.
Uppskotið hjá løgmanni byggir á semju við danska forsætisráðharran um, at øll mál uttan tey, ið beinleiðis knýta seg at grundlógini, kunnu yvirtakast. Sostatt er líkt til, at føroyskur sjálvstýrispolitikkur loksins fer at snúgva seg um, hvat føroyingar vilja, og ikki hvat danir loyva.