Løgreglan hevur í nátt tikið ein bilførara í Havn, sum koyrdi bil ávirkaður av rúsevnum.
Annars gekk tað væl í náttarlívinum. Løgreglan var vælmannað í býnum, og har tað kanska kundi vera upptrekk til ófrið, so bleiv tað ikki til nakað, tí løgreglan var har.
– Løgreglan var væl mannað í alla nátt, líka til tann síðsti fór heim, sigur vakleiðarin á politistøðini.
Ein føroyingar varð handtikin, tí hann var so illur í sær. Hann var koyrdu í brummuna eina løtu, til hann hevði sissað sæg og fekk síðani eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglarnar, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan er eisini til staðar í Vágum í dag, tá nógvir av kroatisku fótbóltsfjepparunum fara avstaðaftur.