Ein kvinna hevur fríggjað til Breivik

Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik hevur fingið eitt fríggjarabræv frá einari 16 ára gamlari gentu, meðan hann hevur sitið í Ila-fongslinum í Oslo. Tað kom undan kavi í rættinum í dag, tá sálarfrøðingarnir Agnar Aspaas og Terje Tørrissen greiddu frá samrøðunum, sum tey hava havt við Breivik.

-Hann hevur eina rúgvu av stuðulsfráboðanum - fleiri hundrað brøv, og hann hevur víst mær nøkur av teimum, segði Terje Tørrissen í rættinum. Hann legði afturat, at Breivik hevur eisini fingið kærleikabrøv.

-Fleiri kvinnur hava skrivað til hansara, og hann hevur eisini fingið eitt fríggjarabræv, sigur Tørrissen. Hann leggur afturat, at Breivik hevur eisini fingið brøv frá fleiri, sum eru hugtikin av honum og hansara hugsjónum.