Ein lætti at barakkin er liðug

Omanfyri flogvøllin er ein bygningur, sum tænti væl undir seinna heimsbardaga. Bretski herflotin og loftverjan hildu til í bygninginum, sum er ein SOR bygningur, Sector Operation Room, og haðani høvdu teir eftirlit við Norðuratlantshavi.

Í dag eigur Krígssavnið bygningin, og nú verða umstøðurnar hjá teimum, sum arbeiða við at fortelja søguna um Føroyar undir krígnum, munandi betur, tí fyrsta av tveimum barakkum er endurreist.

 

Karl Jóhan Nielsen er formaður í felagnum Krígssavnið

Krígssavnið læt fyrstu ferð dyrnar upp í 2009. Fyrstu árini helt savnið til í hølum í Miðvági. Síðani byrjan hevur nevndin arbeitt við at byggja karmarnar hjá savninum út. Í 2011 fekk Krígssavnið SOR-bygningin, Sector Operation Room, til ognar.

 

Bretar fóru undir at byggja SOR bygningin í mars 1942, og á heysti árið eftir byrjaðu teir loyniliga virksemið har. Bretski herflotin og loftverjan hildu til í SOR bygninginum og høvdu eftirlit við Norðuratlantshavi. Flotin og loftverjan hildu til í hvør síni høll. Tann, sum tók avgerðirnar, gekk ímillum, uttan deildirnar órógvaðu hvørja aðra. 

 

##med2##

 

Fólk, sum búðu í Mykinesi, Akrabergi, Trøllanesi og øðrum útpostum, fingu kort við týskum og bretskum herskipum og stríðsflogførum.

 

- Sóu tey eitt týskt skip ella flogfar, ringdu tey til skansan og boðaðu frá, hvar skipið var, og hvønn veg tað sigldi. Skansin gav síðani boðini víðari til fregnartænastuna, sum hevði skrivstovu í barakkini.

 

Soleiðis greiðir Karl Jóhan Nielsen, formaður í felagnum Krígssavnið frá.

 

Telegrafistarnir í SOR bygninginum høvdu beinleiðis samband við stríðsflogførini, og onkuntíð hoyrdust neyðarróp, tá tað hendi, at flogførini blivu álopin og duttu niður.

 

Skuldi ein bumba brostið í takið, hevði tað ikki skalað bygningin, og blivu tey álopin við gassi, vóru tey eisini vard fyri tí. 

 

- Tá vit yvirtóku bygningin í 2011, bóðu vit ein verkfrøðing kanna, hvussu standurin var. Royndir blivu tiknar av takinum og sendar til kanningar í Danmark. Danir settu seg í samband við verkfrøðingin og søgdu, at bygningurin kundi ikki vera frá 1942, tað mátti vera 1992, tí slíkt betong var ikki til í 1942. 

 

##med3##

 

Eingin ivi er tó um, at bygningurin er frá 1942, og nú sigur hann søguna um Føroyar undir krígnum. Tað, sum gjørdi SOR bygningin tryggan undir krígnum, ger tað eisini avbjóðandi at arbeiða og reka savn har í dag. Bygningurin hevur eru eingi vindeygu, netsambandið røkkur ikki, og har ekkóar illa. Upprunaliga barakkin bleiv tikin niður stutt eftir, at kríggið var liðugt, tí tá var torført at fáa tilfar, og barakkir blivu brúktar til ymiskt. Nú barakkin er bygd uppaftur, eru arbeiðsumstøðurnar munandi batnaðar á savninum.

 

- Hetta er ein øgiligur lætti. Hetta er sum at húsast í einum bunkara, og tí hava vit ikki kunnað havt fólk í arbeiði. Tú sært ikki út, og her er einki radiosamband. Nú er meira liviligt, og trivnaðurin er betur, sigur Karl Jóhan Nielsen. 

 

##med4##

 

Í barakkini verður móttøka og handil, sum selur minnislutir til tey vitjandi. Her eru eisini goymslurúm, fundarhøli, skrivstovur og vesi. Upprunaliga barakkin hevði tvær skrivstovur sum blivu brúktar til fregnartænastu.

 

Í endurreistu barakkini situr søgufrøðingurin, Jon Sigurd Hansen, og granskar í mongu skjølunum hjá savninum. 

 

- Vit byggja, sum ráðini eru. Hetta er kostnaðarmikið, men vit hava fingið góðan stuðul frá almennu myndugleikunum og fyritøkum. 

 

Krígssavnið hevur yvir 1000 lutir í varðveitslu. Eitt úrval verður víst fram, og tá seinna barakkin er liðug, kunnu størri lutir vísast fram, eitt nú boyur og vraklutir av flogførum. Á Krígssavninum vóna tey, at arbeiði fer í gongd í mars mánaði, og at barakkin verður liðug á ólavsøku komandi ár.

 

##med5##  

 

Í Liverpool er ein líknandi støð, sum eisini er savn í dag. Krígssavnið hevur vitjað hetta savnið og hevur fingið gott samstarv í lag. 

 

Í summarhálvuni er Krígssavnið opið leygardag og sunnudag klokkan 14 til 17. Orsaka av mongu útbyggingunum hevur savnið ikki lýst stórvegis við hesum – og kortini koma nógv vitjandi. Savnið hevur fleiri sjálvboðin sum taka vaktir, og tað hevur stóran týdning.

 

- Tey eru nógv, sum eru góð við savnið, eisini myndugleikarnir. Vit hava nógvar góðar vinir, og tað er skilligt, tí hetta er jú okkara søga, sum broytti so nógv.

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

Karl Jóhan Nielsen er formaður í felagnum Krígssavnið